Fróðskaparrit - 01.01.1959, Qupperneq 71
Strandarrætturin í Føroyum
77
má tó sigast, at reglurnar fyri »forstranden« eru ógreiðar,
og at lætt er tað ikki, sum sagt verður í kunngerð 7. ok*
tober 1842, at »udfinde et aldeles udtømmende og overalt
anvendeligt Begreb om Forstrande«.‘) Rættaravgerðir um
fjøruøkið úteftir finnast vist ikki í teimum donsku dóma»
søvnunum, helst av teirri grund, at ansurin fyri hesum
spurmnginum hevur verið so lítil eftir 1849. Hóast nógv
tykist óvist viðvíkjandi »forstranden« eftir donskum rætti,
tykist tó so mikið at vera vist, at fjøran gongur longur út
enn til fjørumálan, og sigast kann uttan iva, at hon gongur
væl longur út.
Men tað er ein spurningur, um orðið »forstrand«, tá ið
tað verður nýtt um føroysk viðurskifti, kann skiljast á sama
hátt sum í donskum rætti. Lóggávan vísir einki vist um
hetta. Orðið verður at vísa seg bert nýtt í tveimum ser»
støkum føroyskum lógum, og tað er í strandingarlógini og
í fiskilógini. í strandingarlóg fyri Føroyar nr. 49 frá 24.
mars 1899 § 14 verður sagt, at »enkeltvis i Søen eller paa
Forstranden bjærgede Stykker Vraggods« í vissum førum
kunnu verða latin tí, ið bjargar; men lógin sigur einki um,
hvat ið meinast við »forstranden«, og heldur ikki í forí
arbeiðum til lógina verður nakað nevnt um tað.* 2) í teirri
de Steder, hvor disse findes, uden at regne det Mellemrum af dyb
Søe og Vand, som findes mellem Revlerne og Landet.«
>) í broti I í nevndu kunngerð verður sagt, orsakað av at »stænder«
forsamlingerne« høvdu minnt um »den i Henseende til Forstrandsrettens
Udstrækning stedfindende Ubestemthed«, at kongur »efter omhyggelig
Overveielse« hevur hildið tað »tilraadeligt at giøre denne Materie til
Gienstand for legislativ Behandling«, tá tað er ikki lætt at »udfinde
et .... o. s. fr.«.
Spr. eisini 1. E. Larsen II, 1, s. 284, ið sigur, at »forstranđen« er
»et meget ubestemt Begreb.«
2) § 14 var upprunaliga sett saman samsvarandi § 14 i tí donsku
strandingarlógini nr. 103 frá 17. apríl 1895, men løgtingið fekk skoytt
uppí orðini »eller paa Forstranden», soleiðis at stykki, ið bjargað vórðu
frá landi, eisini komu inn undir viðtøkuna, sbr. Løgt. 1898 s. 2 og
Rigsdagst. 1898/99, Till. A., teig 2686 og Folketingets Forh. teig 2578—79.