Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 79

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 79
Strandarraetturin í Føroyum 85 ararnir kunnu krevja part í hvalinum eftir N. L. 5—12—2, at hvalurin »rører ved nogens land*,1) og sama eyðkenni sýnist ofta at vera lagt til grundar, tá ið talan er um rættin til rekavið (bóndatræ).2) Sum heild kann hereftir verða sagt, at ytra fjørumarkið sum aðalregla er hægsta fjøra. í serstøkum førum kann markið verða sett út á marbakkan, um ein tílíkur er nær fjørumálanum, og viðvíkjandi vissum strandarlunnindum sum rekaviði og jarðarhvali má markið verða sett eftir øðrum sjónarmiðum. Innara fjørumarkið er ikki sett fast við nakrari rættar* gerð, við tað at roknað hevur verið við, at tað eru teir somu, ið nýta rættindini yvir »fjøruni« bæði oman fyri og niðan fyri flóðarmálan. Sum tað seinri skal verða roynt at vísa á, er tað tó ein vissur munur á tí rætti, ein hevur yvir fjøruni (niðan fyri flóðarmálan), og tí, ein hevur yvir tí flóðfríu fjøruni. Tí kann innara markið vera av vissum týdningi.3) frá 11. mai 1935 og løgtingslóg nr. 8 frá 3. januar 1950, men fyri annan hval (og helst eisini fyri rekahval av grind og døglingi) eru enn gald* andi tær gomlu reglurnar í N. L. 5—12 1 til 13. *) Hetta er eisini ásett í ymsum dómum, soleiðis í einum løgrættus dómi frá 20. august 1619 (sí Tingbókin 1615—54, s. 111) og í einum dómi frá 1. juli 1852, sum viðvikti einum rekahvali, ið fleyt út fyri einum høgum kletti. Dómurin Iegði dent á, at hvalurin kundi ikki bera við botnin, men bert við klettin. I einum dómi frá 6. april 1929 (borg. s. nr. 600/1928) varð tað ikki hildið prógvað, at nakrir døglingar høvdu »rørt nogens land.« 2) Soleiðis Mikkjal á Ryggi og J. Patursson í frágreiðingunum til Søltuvíkarsøkina. Aðrir halda, at avgerandi er, um bátur kann rógva innan fyri træið; soleiðis greiðir A. Weihe frá í somu søk, sbr. eisini Jóan Chr. Poulsen s. 16. 3) Nógva staðni í Føroyum verður orðið fjøra nýtt um alla stronds ina (lendið niðan fyri har, ið vallað er), eisini um tann partin av henni, sum sjógvur ongantíð røkkur at (uttan í onkrum uppgangi). 1 tí parts inum, sum eftir er av hesi ritgerð, verður orðið fjøra bert nýtt um strondina niðan fyri flóðarmálan. Strondin oman fyri flóðarmálan verður her nevnd flóðfría fjøran (á donskum »strandbred«).

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.