Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 89

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 89
Strandarrætturin i Føroyum 95 rak upp á hagastrondina, hóast hann segði frá sær rættin til allan annan rekavið.1) Spurningurin var eisini frammi í eini søk um sandtøku, har teir, sum hagarnar eiga í Sancb vík hevdaðu einkarrætt til sandin á strond teirra, meðan Hvalbingar søgdu seg at eiga henda rætt. Ymisk ummæli lýsa spurningin í søkini, men nøkur endalig avgerð varð ikki tikin.2) Aðaldømið í hesum føri er tó ein dómur frá 22. juli 1942, har sagt verður, at »Retten til Sandet i Saltevig tilhører hele Bygden Sands indengaards Marketal«.3) Sama úrslit ■) Presthagi ynskti einkarrætt ti! rekavið í Leynarósa, meðan reka= viður áður hevði verið felags fyri allar hagar, um hann so rak upp í áðurnevnda stað ella í Kvívíkar urð ella í Nesið. Presthagi vildi frá* siga sær viðin, ið rak upp har móti at fáa einkarrættin til rekavið í Leynarósa, men hinir hagarnir settu seg ímóti tí, og amtið helt seg ikki kunna gera nakra broyting í hesum, við tað at hinir hagarnir »fra ældgammel Tid stedse have nydt denne Rettighed.« (Sbr. amtsskriv frá 2. 11. 1824, 29. 1. 1825 og 21. 2. 1825. Avritabók E, nr. 19, 60 og 66). Her sýnist vissuliga at vera talan um felag haganna millum, men tað verunliga í søkini var tó tað, at tað var alt bygdarfelagið, ið rættin hevði til rekavið. Annars kemur tað fyri í fleiri bygdum, at tað eru hagarnir, ið fáa lut í felags strandarlunnindum bygdarinnar eftir marka* tali, helst tí tað er høgligari at hava skil á lunnindunum á henda hátt, um eingin serligur bygdarkassi er. 2) Amtsj 1922 nr. 47, sum viðvíkti einum mótmæli móti eini grannastevnuviðtøku frá 10. januar 1922 um val av monnum »til at varetage Bygderne Kvalbø med Sandvigs Interesser med Hensyn til Salg af Sand fra Bygdens Forstrand«. Nakrir eigarar í hagapartinum norðan Skarð, Sandvík, mótmæltu gildi viðtøkunnar og hildu fast við, at flóðs fría fjøran fram við haga teirra hoyrdi teimum til. í amtsskrivi frá 27. mars 1922 verður sagt, »at det antages som den almindelige Rege! i de færøske Bygder, at Stranden . . . betragtes som et Fællig for Bøens Marketal,« men »Spørgsmaalet om Retten til Stranden og om, i hvilket Forhold Bygdens forskellige Jordejere er berettigede til Stranden, hen« hører under Domstolenes Afgørelse«. 3) Søkin (borg. s. nr. 205/1941) var framhald av teirri við yvirs rættardómi 4. januar 1941 avgjørdu søk um sandtøku í Søltuvík, við tað at eigararnir nú settu fram endurgjaldskrav vegna sandtøkuna. Saksøkjararnir hildu fram, at sandurin lá øllum markatalinum í bygd» ini til. í hesum fingu teir viðhald í dóminum.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.