Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 93

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 93
Strandarrætturin í Føroyum 99 verður nótakast eftir seiði hildið vera lunnindi, sum fremms andir bert kunnu útinna eftir teimum í fiskilóguni ásettu treytum,1) og somuleiðis má vist haldast at vera við rætt* inum til at taka krækling.2) Somuleiðis stendst av tí, at strandeigararnir hava bert ein einkarrætt til lunnindi í fjøruni, at teir ongan rætt hava til at gera byrgingar og ífyllingar og til at byggja og seta upp føst virki, t. d. lendingar o. t. í fjøruni, uttan so er, at ser= loyvi til tess er fingið frá tí almenna. Hetta tykist tó eisini tilætlað í § 295 í revsingarlógini3) og í royndum í fyrisit* ingini í Føroyum.4) Tá ið dómur sorinskrivarans aftur ímóti eisini vil frá* kenna jarðaeigarunum ognarrætt til flóðfríu fjøruna, er hetta neyvan rætt. Tað er vanliga góðtikið, at strandeigararnir kunnu byggja á flóðfríu fjøruni, t. d. neyst, og tað kann ikki verða hildið, at ein og hvør hevur rætt til at veiða har. Landsrættardómurin tykist heldur ikki vilja góðkenna dóm sorinskrivarans í hesum føri. *) Fiskilóg nr. 95 frá 14. apríl 1893 § 2, sum gevur fremmandum heimild til at »landdrage og opbjerge Sej«, ásetir henda rættin at vera í tíðarskeiðinum 1. juli—31. december við teirri treyt, at landpartur verður latin, og sýtir heilt fyri hesum undir matrikuleraðum bø og á teim støðum, har tað ikki »gaar Strøm ved Landet«. At draga sildanót á land er aftur imóti altíð loyvt, sbr. § 6 í lógini og N. L. 5—11—16. 2) Sí serliga viðmk. 2, s. 78 og viðmk. 1, s. 81 við ávísingum. 3) Sambært § 295 verður hann revsaður, sum »paa søterritoriet i strid med privates eller det offentliges ret foretager inddæmninger eller an» bringer faste indretninger«, og fyriskipanin er eftir rundskrivi nr. 126 frá 14. oktober 1936 soleiðis at skilja, at »opfyldninger og inddæmninger m. v. paa forstranden« uttan loyvi frammanundan eru óløgligar. 4) 1 eini søk um ognartøku av lendi til havn á Tvøroyri (borg. s. nr. 541/1950) kom frá »Ministeriet for offentlige arbejder« eitt skriv frá 28. november 1950 við einum yvirliti yvir tey loyvi, sum givin eru á Tvøroyri til at byggja út á sjóøkið, og í teirri áður nevndu søk um sandin I Vágsbotni (dómur frá 19. september 1922) er eitt skriv frá 13. januar 1883 frá løgmálaráðnum, sum gevur einum keypmanni i Tórshavn loyvi til at byrgja inni nøkur øki við Tinganes. Tílík loyvi mugu nú helst verða givin av landsstýrinum.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.