Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 54
60 Um navnaliðin singa í nøkrum staðanøvnum í Suðuroynni
men slíkar fallbroytingar hava vit fleiri javndømi um.J) — Ljóð*
liga kundi ein eisini hugsað sær, at =a kemur av á, men tó at
ein slíkur ljóðvøkstur vildi verið regluligur í ljóðlinari støðu,
tykist ein slík týðing í aðrar mátar ikki at hóva so væl her.
Mær kunnigt hava vit ikki aðrastaðni í oynni ella í Før=
oyum nakað staðanavn Vatnsendi(=a), sum vit kunnu bera
saman við týðing okkara, men leita vit t. d. til íslands,
Noregs og Svøríkis, síggja vit, at Vatnsendi, Vassend(en)
(vide supra), Vassánda (eldri Vatnsánda) eru reiðiliga vanlig
garðsnøvn har.* 2) I teimum norsku nøvnunum leggja vit til
merkis, at navnaliðurin =ende er viðhvørt blandaður saman
við =eng.3 *) Soleiðis verður t. d. seinni liður í Vassend [<ænn,
*ænd] (Lárdal, Telemark) skrivaður í 1480 =ende, men í 1545
=enngh.*) Somuleiðis verður Vassenden [*æhninh] (Surna»
dal, Nordmøre) fyrstu ferð skrivaður: Af Watzenda (AB.
68), men í 1723: Wasengen.5) Broytingina av e til i í
seinna liði (á Vassend=) hava vit eisini í einum norskum
navni lrassendrud [va’ssenn*] (Krødsherred, Buskerud), sum
verður skrivað í 1617: Wassinnderud.6)
Hini bæði staðanøvnini, sum vit eisini halda mugu grein*
ast av orðinum endi, eru úr Froðbø og eita Uringa [urnjga*],
ella Ulinga= [ulxqga*], =hálsur og =tangi.7) Bæði staðanavna=
*) Sbr. t. d. staðanevnini: Hvalbø, t'roðbø, Sunnbø, Vág(i), Beinis=
vørð(u), sum øll hava mist hin gamla hvørfallsformin.
2) Sí: F. Jónsson: Bæjanófn (í: Safn til sógu íslands og íslenzkra
bókmenta að fornu og nýju, b. IV, Kbh. 1907-^1915), s. 565; O. Rygh:
Norske Gaardnavne (Kri a 1897 £f.) (stytt: NG.), b. XIX (Faellesregister);
E. Hellquist: Svensk etymol. ordbok (3. uppl., Lund 1957) stytt: SEO.),
undir: ánda.
3) NG. Indledning, undir: eng f. — Eg dugi ikki at síggja, at tað
ber til at greina okkara Vatnsinga av norr. vazeng f.: »Engstykke som
ligger ved Vand« (Fritzner).
*) NG. VII, s. 427.
3) NG. XIII, s. 416.
6) NG. V, s. 205.
7) Sbr. FKortl., M. 48: Ulingatangi. — Eftir brævligum upplýsingum
frá Poul F. Joensen og Páll J. Nolsøe verður í Froðbø altíð sagt Uringa=
tangi og 'hálsur.