Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 77

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 77
Strandarrætturin í Føroyum 83 verður strandfriðingaráskoðanin ikki nevnd. Hugurin hjá eigarunum til at forða sandtøkuni tykist bert vera elvdur av fíggjarávum, við tað at teir í eini seinri søk* 1) fingu sam* sýning fyri sandin roknað eftir mongdini av tí ólógliga tikna sandinum. Um strandfriðingarsjónarmiðið varð drigið fram í Søltuvík, er tað møguligt, at aðalkravið um mar^ bakkan sum mark vildi verið framt. Strandfriðingarsjónarmiðið má tó kunna føra við sær, at markið fyri sandtøku verður sett enn longur úti. I einum dómi frá 7. august 1959 verður tað hildið, einastaðni har eingin marbakki er nær landi (Skálabotni), at eitt fútabann móti sandtøku innan fyri 5 favna dýpið var løgligt, soleiðis sum viðurskiftini vóru, tí har var vandi fyri, at áhaldandi sandtøka vildi gera strondini skaða.2) Hóast markið fyri óskerdari sandtøku o. t. sostatt eftir strandarfriðingar sjónarmiðum kann verða sett hópin langt frá strondini, kann tað soleiðis setta markið ikki takast fyri >) Dómur frá 22. juli 1942 (borg. s. nr. 205/1941). 2) Fútabannið hin 11. august 1958 setti forboð fyri sandtøku innan fyri »5—favnekurven under dagligt vande.« Orsakað av serligum viður» skiftum — sbr. niðanfyri — varð forboðið avtikið, men vegna endur* gjaldsspurningin varð í dóminum tikin støða til løggildi tess. 1 dóminum verður sagt, at strandeigaranna »eneret til det ved kysten værende sand i hvert fald ikke kan begrunde et saa vidtgaaende forbud som det nedlagte,« men at tað har tó tykist »overvejende sandsynligt, at en fortsat sandtagning . . . vil frembyde en ikke uvæsentlig fare for, at den lave strandvold udsættes for nedbrydelse og det bagved liggende land derved for oversvømmelse, og at sagsøgerne efter almindelige naboretsgrundsætninger eller disses analogi ikke behøver at finde sig i en handlemaade fra de sagsøgtes side, der fremkalder en saadan fare.« Orsøkin til hetta forboðið var tann, at strandeigararnir hin 14. mars 1959 høvdu fingið í lag eina strandarfriðing eftir lóg frá 23. januar 1862 um skerjing av rættindunum til at taka grót, leir, sand og eyr, og at teir tí fullu frá staðfestingini av forboðnum. Nevnda lóg er tinglisin á vártingunum í 1864 og er soleiðis galdandi í Føroyum. 1 Danmørk er lógin avtikin við lóg nr. 149 frá 18. mai 1906 um strandarfriðing, men henda lógin er ikki galdandi fyri Føroyar, har lógin frá 1862 tessvegna framvegis má haldast vera galdandi. Lógin er tó helst ikki nýtt áður her á landi.
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.