Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 45

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 45
Føroyanavnið eina ferð enn 51 Letronne (1814) var fyrsti maður, sum vísti okkum á, at eitt petti í bók Dicuils er um Føroyar, eitt annað um ísland. Hesum rannsóknum Letronnes fara vit at líta at, men fyrst taka vit upp frásagnirnar, sum Dicuil flytur fram, og byrja við tí, sum hann sigur um oyggjar við Irland og Bretland: »Uttan um oyggj okkara írland (»Hibernia«) eru oyggj* ar, summar smáar og summar sera smáar. Dygst við oynna Bretland (Britania) eru nógvar oyggjar, stórar, smáar og miðlingaoyggjar, summar í suðri og summar í vestri, men flestar í útnyrðingshorninum og fyri norðan. Eg havi búð í summum av teimum, í øðrum havi eg bert sett fótin á land, summar havi eg bert sæð, og summar bert lisið um.« Letronne fær hetta burturúr: 1. í suðri, t. d. Wight, 2. fyri vestan, eitt nú Man og Anglesey, 3. í útnyrðingi: Suð* uroyggjar, 4. fyri norðan: Orknoyggjar og Hjaltland. I Suðuroyggjum hevur hann búð, sagnir hevur hann hoyrt um Orknoyggjar og Hjaltland. Aftan á hetta sigur Dicuil frá, hvat ið Plinius og aðrir høvundar eftir hann hava skrivað um hitt merkiliga landið Thile (vanliga skr.: Thule), sum Pytheas Massiliensis (t. e. úr Marseille) — í 4. øld f. Kr. — skal hava sagt at vera 6 daga sigling norður úr Bretlandi. Hann nevnir, at Solinus (3. øld e. Kr.) hevur so tikið til um Thile ul = tima, at um summarsólstøðu er har eingin nátt og um vetrarsólstøðu eingin dagur. Og nú kemur frásøgn um tað landið, sum Dicuil ikki ivast í er Thile (Thule): »Nú eru tríati ár umliðin, síðan klerkar, sum verið høvdu í hesi oynni frá fyrst í februar til fyrst í august, søgdu mær, at á sólstøðu, men eisini dagarnar beint fyri og eftir, var sólin so stutt undir, at tað var mest sum hon bert fór aftur undir ein lítlan heyggj, og dimmið setti ikki ta løtuna, og skuldi maður gera okkurt, sum gerast skal í dagslýsi, eitt nú at henta lýs burtur úr stúkuni, bar væl til; hann, sum hevði verið staddur uppi á einum fjalli, hevði kanska ong« antíð sæð sólina sett. ... Eftir dagalanga sigling norður á leiðina komu teir í frystan sjógv. . ..«
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.