Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 67

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 67
Strandarrætturin í Føroyum 73 galdandi í fleiri europeiskum rættarskipanum, t. d. fronskum rætti.1) Háflóð setir í Danmark markið millum sjóøkið og tær føstu ognirnar, har flóð og fjøra hava nakað at siga, meðan hetta mark annars í donskum rætti verður hildið at vera »havstokken«, t. v. s. har hav og land møtast á hálv* fløddum sjógvi.2) Hesin miðalvatnsmálin setir eisini markið í svenskum rætti.3) 1 vestnorrønum rætti hevur hetta markið aloftast verið sett longur úti. í Hetlandi hevur tað verið sett í fjøru* málanum,4) meðan siður hevur verið í Noregi og íslandi !) Sbr. Code Civil art. 538: ». . . les rivages, lais et relais de la mer . . . et generalement toutes les portions du territoire francais qui ne sont pas susceptibles d’une propriete privee, sont consideres comme des dependances du domaine public.« 2) Ein eldri hægstarættardómur í U. f. R. 1884 s. 433 setti markið til hægstu tlóð, tí tað í dóminum varð hildið, at tann parturin av fjøruni, »der ikke blot i Tilfælde af usædvanligt Højvande, men ogsaa ellers i Almindelighed eller dog jævnligt overskylles af Vandet«, ikki var undirgivin einstaklingsins ognarrætti. í einum seinri hægstarættars dómi í U. f. R. 1941 s. 504 er tó markið sett »efter den Linje hvortil Vandet til enhver Tid naar ved højeste daglige normale Vandstand,« men tilskilað verður í dóminum, at hetta mark bert verður at nýta, har flóð og fjøra eru. (Dómurin viðvíkti viðurskiftum við Vesturhavið, har stórur munur er á flóð og fjøru). Annars kann verða víst til lllum I, s. 10, Vinding Kruse I. s. 332—33 og Torp s. 23. 3) Sbr. Illum I, s. 10, viðmk. 61. Her verður tó at viðmerkja, at fjøruánararnir hava viss rættindi, helst viðvíkjandi fiskiskapi út til 300 m frá strondini ella frá oyggjum, ið eru í minnsta lagi 100 m langar, og so eisini út á 3 metra dýpi, um hetta dýpi er longur úti. Tað eru tó vissar økisavmarkaðar serreglur, sum minka ella vaxa um henda sos nevnda »strandáganderátt«. Hesin rættur er nú ásettur við lóg frá 1. december 1950, sum víðkaði rættarøkið í mun til fiskilógina frammans undan frá 27. juni 1896, har markið sum aðalregla varð sett til 180 m frá strondini, ávikavist 2 metra dýpi. 4) í teirri elstu tingbókini 1602—04 í Hetlandi (prentað útg., s. 35) verður umrødd ein søk millum tveir menn; søkin stóðst av, at annar uttan at hava nakran rætt til tess, hevði tikið agn (helst krækling) á »ebb«, hjá hinum. Hetta orðið merkir sambært Hetlandsorðabókina ikki bert fjøra sum á enskum, men eisini fjøran, ið liggur turr, tá ið fjarar.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.