Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 22
28 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
Hevði frá byrjan ringan høvuðverk. Knútarósin á ørmunum og bein«
unum hin 17/3. Pirkað 18/3, + 10 mm. Doyði á bróstsjúkrahúsinum
27. apríl 1938 av tuberklum í heila* og mønuserki 5 vikur eftir 1. sjúku*
dag. Smittuhiti og heilabruni runnu her saman uttan slit.
Hesar báðar sjúkur gjørdu hjá nr. 1 og nr. 4 óbrotna
heild, ið endaði við andláti ávikavist 4 og 5 vikur eftir
fyrsta dag smittuhitans. Nr. 3 hevði 5 viku langt slit, har
hann var púra frískur ímillum báðar sjúkurnar.
Fram eigur at verða tikið, at 2 av 4 sjúklingunum við
tuberklum í heila* og mønuserki (nr. 1 og nr. 4) gramdu
seg um ringa høvuðpínu frá 1. sjúkudegi. Hetta er sjáld*
samt við smittuhita. Tað liggur raðið at seta høvuðpínuna
í samband við heilabrunan, ið kom so brádliga sum fram*
hald av smittuhitanum, og at taka hann sum undandøtt
undan tí, ið koma skuldi.
Nr. 3 hevði í 5 viku hitaskeiðinum onga pínu haft aftan
fyri bringubeinið, tá ið hann svølgdi; men hon gjørdi vart
við seg, beint tá ið heilabrunin tók seg upp. I hesum tíðar*
skeiðinum við ongum sjúkumerkjum mugu tí eitlarnir vera
vaksnir, ella trotar hava gjørst við lungarótina.
Tuberculosis urtiversalis.
1. c? O. H., b. í h. 16/4 1935. Smittaður av 21 ára gatnlari gentu, ið
ofta gekk inn á gólvið hjá foreldrunum og mangan sat undir barninum.
Hin 25/3 1936 vóru tubbusteyrar funnir í spýttinum, og J/4 varð hon
løgd inn á bróstsjúkrahúsið. Drongurin gjørdist sjúkur í døgunum um
12/4 uttan ávísan smittuhita. Pirkaður 29/s: + 20 mm við 5 mm breiðari
væturípu í miðjuni. Doyði av tub. universalis subacuta 5/9 1936.
2. c? H. D. H., b. í h. 27/9 1919. Pirkaður 27/l 1940, hevði -4-, og
27/2 s. á., hevði tá + 8 mm. Smittaður av manni við lungnatuberklum
(+ tb.), sum — áðrenn sjúka hansara var funnin — dagliga kom har
í húsið. Eingin smittuhiti. Gjøgnumlýstur á tuberklastøðini í juni s. á.
Lunguni vístu eingi merki av sjúku. Við sildaskipi undir íslandi. Sjúkur
har 18/7. Lá í koyggjuni til 21/7. Hitin í hesum tíðarskeiði 40°. Lá á
sjúkrahúsinum í Akureyri frá 21/7 til hann 4/8 doyði av tuberculosis
universalis acuta (deyðaváttan). — Møguliga var sjúkan neyvan so bráð,