Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 22

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 22
28 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi Hevði frá byrjan ringan høvuðverk. Knútarósin á ørmunum og bein« unum hin 17/3. Pirkað 18/3, + 10 mm. Doyði á bróstsjúkrahúsinum 27. apríl 1938 av tuberklum í heila* og mønuserki 5 vikur eftir 1. sjúku* dag. Smittuhiti og heilabruni runnu her saman uttan slit. Hesar báðar sjúkur gjørdu hjá nr. 1 og nr. 4 óbrotna heild, ið endaði við andláti ávikavist 4 og 5 vikur eftir fyrsta dag smittuhitans. Nr. 3 hevði 5 viku langt slit, har hann var púra frískur ímillum báðar sjúkurnar. Fram eigur at verða tikið, at 2 av 4 sjúklingunum við tuberklum í heila* og mønuserki (nr. 1 og nr. 4) gramdu seg um ringa høvuðpínu frá 1. sjúkudegi. Hetta er sjáld* samt við smittuhita. Tað liggur raðið at seta høvuðpínuna í samband við heilabrunan, ið kom so brádliga sum fram* hald av smittuhitanum, og at taka hann sum undandøtt undan tí, ið koma skuldi. Nr. 3 hevði í 5 viku hitaskeiðinum onga pínu haft aftan fyri bringubeinið, tá ið hann svølgdi; men hon gjørdi vart við seg, beint tá ið heilabrunin tók seg upp. I hesum tíðar* skeiðinum við ongum sjúkumerkjum mugu tí eitlarnir vera vaksnir, ella trotar hava gjørst við lungarótina. Tuberculosis urtiversalis. 1. c? O. H., b. í h. 16/4 1935. Smittaður av 21 ára gatnlari gentu, ið ofta gekk inn á gólvið hjá foreldrunum og mangan sat undir barninum. Hin 25/3 1936 vóru tubbusteyrar funnir í spýttinum, og J/4 varð hon løgd inn á bróstsjúkrahúsið. Drongurin gjørdist sjúkur í døgunum um 12/4 uttan ávísan smittuhita. Pirkaður 29/s: + 20 mm við 5 mm breiðari væturípu í miðjuni. Doyði av tub. universalis subacuta 5/9 1936. 2. c? H. D. H., b. í h. 27/9 1919. Pirkaður 27/l 1940, hevði -4-, og 27/2 s. á., hevði tá + 8 mm. Smittaður av manni við lungnatuberklum (+ tb.), sum — áðrenn sjúka hansara var funnin — dagliga kom har í húsið. Eingin smittuhiti. Gjøgnumlýstur á tuberklastøðini í juni s. á. Lunguni vístu eingi merki av sjúku. Við sildaskipi undir íslandi. Sjúkur har 18/7. Lá í koyggjuni til 21/7. Hitin í hesum tíðarskeiði 40°. Lá á sjúkrahúsinum í Akureyri frá 21/7 til hann 4/8 doyði av tuberculosis universalis acuta (deyðaváttan). — Møguliga var sjúkan neyvan so bráð,
Síða 1
Síða 2
Síða 3
Síða 4
Síða 5
Síða 6
Síða 7
Síða 8
Síða 9
Síða 10
Síða 11
Síða 12
Síða 13
Síða 14
Síða 15
Síða 16
Síða 17
Síða 18
Síða 19
Síða 20
Síða 21
Síða 22
Síða 23
Síða 24
Síða 25
Síða 26
Síða 27
Síða 28
Síða 29
Síða 30
Síða 31
Síða 32
Síða 33
Síða 34
Síða 35
Síða 36
Síða 37
Síða 38
Síða 39
Síða 40
Síða 41
Síða 42
Síða 43
Síða 44
Síða 45
Síða 46
Síða 47
Síða 48
Síða 49
Síða 50
Síða 51
Síða 52
Síða 53
Síða 54
Síða 55
Síða 56
Síða 57
Síða 58
Síða 59
Síða 60
Síða 61
Síða 62
Síða 63
Síða 64
Síða 65
Síða 66
Síða 67
Síða 68
Síða 69
Síða 70
Síða 71
Síða 72
Síða 73
Síða 74
Síða 75
Síða 76
Síða 77
Síða 78
Síða 79
Síða 80
Síða 81
Síða 82
Síða 83
Síða 84
Síða 85
Síða 86
Síða 87
Síða 88
Síða 89
Síða 90
Síða 91
Síða 92
Síða 93
Síða 94
Síða 95
Síða 96

x

Fróðskaparrit

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.