Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 34
40
Føroyanavnið eina ferð enn
Beinast er at siga hetta alt fyri eitt: Sum landsnavnið er
vorðið í dag, Føroyar (Føroyum, Føroya), sagt: Fórjar
(Fórjun, Fórja), var tað ikki í víkingatíðini og tað mesta
av miðøldini. í seinna parti av navninum kendist tá skilliga
aftur orðið »oy«, skrivað »æy, øy, ey«. Fyrri parturin av
navninum hevði tá eitt (langt) —æ—, sum longu í 15. øld,
í hvussu er í støðum, hevur verið framborið sum (langt)
—ø—. Styttingin av hesum —ø— til stutt —ó— (í Suðuroy
stutt —ø—) er eitt uppaftur yngri fyribrigdi. Men hvat er
so hetta Fær< í landsnavninum?
í 1849 kom norski søgufrøðingurin P. A. Munch, sum tá
var stadđur í Edinburgh, fram á eitt handrit, har ein Noregs*
søga stendur í, »Historia Norwegiæ« tey kalla. Handritið,
sum skrivað er í 15. øld, er av fyrstu tíð komið úr Orkn=
oyggjum (Koht 1950). Tað er skrivað á latíni. Noregs^søgan
er bert til í hesi uppskriftini, men upphavsritið man vera
sera gamalt, Halvdan Koht heldur, at tað varð skrivað o. u.
1170, aðrir halda onkuntíð aftan á 1200, men yngri enn frá
fyrru helvt av 13. øld fær tað neyvan verið. í fyrra parti
av »Historia Norwegiæ« er sagt frá Noregs landi og fólki,
frá oyggjunum vestur í havi: Orknoyggjunum, Føroyum og
Islandi, í seinna parti frá kongunum, sum stýrt hava Noregs*
veldi — tann seinasti er Ólavur halgi. Pettið um Føroyar
er hetta:
»De jnsulis ouium.
Sunt jtem jn refluentis occeanjJ) jnsule numero (tal er einki,
heldur ikki glopp til tal) quas prima (eigur helst at vera:
patria) lingua farcar (hetta er løgin misskriving fyri: Fær*
■) Eiliv Skard sigur í »Málet i Historia Norwegiae« (Oslo 1930), at
høvundurin nýtir eitt orð, sum annars ikki er funnið, refluentum,
ella beinari fleirtal av slíkum orði refluenta, og leggur afturat:
». . sjølve fyrestellingi um at havet »flyt attende«, finst alt hjá Solinus og
lever vidare t. d. hjá Honorius; ordet fluenta (plur.) finst t. d. hjá
Prudentius, som ogso nyttar ordlaget refluo in salo; men sjølve
ordet refluenta hev me ingen stad funne. (í undirgrein): Martianus
Capella hev maris fluenta.« (Bls. 83).