Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 70
76
Strandarrætturin í Føroyum
skipbrotsfæ, við tað at ríkið næstan allastaðni hevur fjøru*
rættin, soleiðis at góðsið í báðum førum verður ogn tess.1)
Tá »forstranden« eisini í teimum førum, har »forstrands*
retten« sum undantak er givin eigarum av næstliggjandi
jørð, eftir donskum rætti ikki kann haldast vera umloysir
til hesa jørðina, er tað í Danmørk »forstrands«*markið inn«
eftir, sum týdningin hevur, t. d. tá talan er um rættin til
at taka sand, grót, eyr, tara, skelsand o. s. fr., við tað at
tað stendur einum og hvørjum frítt fyri at taka alt hetta
áðurnevnda í »forstranden« (eisini privatum fjørum), meðan
hetta á tí flóðfríu fjøruni er ogn hjá tí, ið jørðina eigur
har.2) Markið fyri »forstranden« inneftir fellur saman við
markinum millum hav og land, og hetta markið verður
sett, sum áður nevnt á háflóð, har ið fløðir og fjarar; annars
verður tað sett eftir miðalvatnsmálanum.
Fjørumarkið úteftir hevði serligan áhuga í gomlum døgum,
t. v. s. fyri 1849, tá aðalin enn hevði fjørurætt. í nýggjari
tíð verður vanliga hildið, at »forstranden« gongur út á
»siglingardýpið«, t. v. s. har ið skip flýtur.3) Eldri høvundar
halda, at fjøran gongur út á akkersdýpið fyri smáskip, á
vesturstrond Jútlands tó út til ytstu sandriv.4) Yvirhøvur
') Sum frammanfyri nevnt fullu fjorurættindi aðalsins burtur við
grundlógini frá 5. juni 1849, men hildið verður, at tey fjørurættindi,
ið áttu serliga privatrættarliga heimild, framvegis vóru óskerd. Tí finnast
enn einstaklinga fjørur einstakar staðir (Fanø, Manø, Anholt og hini
sonevndu Aabergske Forstrand millum Thorsminde Sluse og Holmsland
Klit við vesturstrond Jútlands). Men í Noregi vórðu øll einstaklinga
fjørurættindi (»vragret«) hildin at detta burtur við teirri norsku grund*
lógini frá 17. mai 1814, sbr. Rynning s. 283 við viðmk. 1.
2) Sbr. til dømis hægstarættardóm í U. f. R. 1884, s. 433, sum við*
víkti rættinum til tara.
3) Sí Borup s. 480, Torp s. 23. Vinding Kruse I, s. 330, Illum II,
s. 3, viðmk. 7, Tolstrup s. 60 og Juridisk ordbog s. 57.
4) Sbr. Kongsev II, s. 60 og teir har nevndu eldru høvundar. Eftir
Schønheyder í N. J. A. 15. bd., s. 140 gongur »forstranden« »ikke
alene saa langt Landstokken gaar, og saa langt Søebrændingerne bryde
paa Landsiden, indtil Skibe eller Gods kan ubehindret flyde; men og
til den yderste Sandgrund, eller saakaldte Revle udenfor Landet paa