Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 74
80
Strandarraetturin í Føroyum
men tað er eisini nevnt, at tað í øllum norrønum londum eru
galdandi aðrar reglur fyri tann partin av havinum, ið er
strondini næst, enn tær, ið vanliga eru galdandi á sjóøk*
inum. Hesin parturin verður í Føroyum nevndur fjøran. í
teimum søkum, ið nú skulu umrøðast, hildu eigararnir til
jørðina næst strondini fast við, at teir høvdu einkarrætt til
at taka sand úr fjøruni.
í hesum fingu teir viðhald í einum dómi, sum feldur
varð av tí undir síðsta heimsbardaga setta serliga yvirrætti
hin 4. januar 1941. Við dóminum varð ásett, at eitt byggi*
felag hevði ongan rætt til, tá ið ein partur av eigarunum
mótmælti, at taka sand innan fyri »den Linie, hvor Hav
og Land mødes ved laveste Ebbecí.1) Dómurin byggir á
frágreiðingar frá 12 monnum, sum mugu haldast at hava
havt serligan kunnleika til føroysk ognarviðurskifti,2) og
teir eru allir samdir um, at rættur eigaranna, ið hvussu er,
gongur út á hægstu fjøru. Summir halda enntó, at rætt*
urin eigur at ganga longur út.3) Sum stuðul undir úrslitið
av dóminum kann eisini nevnast ymist, sum sagt hevur
') Dómurin viðvíkti sandtøku í Søltuvík til nýtslu fyri havnargerð
heima á Sandi (borg. s. nr. 310/1940). Hann staðfestir eitt fútabann
fyri sandtøku sett hin 28. februar 1940 (fútasøk nr. 51/1940) og broytir
dómin við undirrættin 8. juni 1940 (borg. s. nr. 130/1940), sum setti
markið eftir »højeste daglige Vandstand«.
2) 5 kongsbøndur: A. Weihe, Selatrað, J. Patursson, Kirkjubø,
P. Heinesen, Sandavági, Jens Chr. Djurhuus, Kollafirði og Elias Húss
garð, Syðrugøtu. 3 sýslumenn: Kr. Djurhuus, Tvøroyri, J. Winther,
Sandi og Andr. Samuelsen, Fuglafirði. 2 óðalsbøndur: Søren Danielsen,
Miðvági og Jógvan Jógvansson ss. Og afturat teimum: Mikkjal á Ryggi,
kennari, Bø, og Anton Degn, skjalavørður, Tórshavn.
3) T. d. so langt ein hestur grynnir (Degn og J. C. Djurhuus), ella
so langt sum bátur flýtur á hægstu fjøru (Mikkjal á Ryggi). Annars
verður orðið »forstrand« nýtt í tveimum av frágreiðingunum. Soleiðis
sigur Kr. Djurhuus, at »den saakaldte Forstrand« er »den Del af Strans
den, der ligger mellem højeste daglige Vandstand og laveste daglige
Vandstand.« J. Jógvansson endurgevur eitt orðaskifti á løgtingi (møg»
uliga um 1890), har tað skal vera sagt, at »forstrand« er »tað, sum
liggur millum hægstu flóð og hægstu fjøru.«