Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 74

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 74
80 Strandarraetturin í Føroyum men tað er eisini nevnt, at tað í øllum norrønum londum eru galdandi aðrar reglur fyri tann partin av havinum, ið er strondini næst, enn tær, ið vanliga eru galdandi á sjóøk* inum. Hesin parturin verður í Føroyum nevndur fjøran. í teimum søkum, ið nú skulu umrøðast, hildu eigararnir til jørðina næst strondini fast við, at teir høvdu einkarrætt til at taka sand úr fjøruni. í hesum fingu teir viðhald í einum dómi, sum feldur varð av tí undir síðsta heimsbardaga setta serliga yvirrætti hin 4. januar 1941. Við dóminum varð ásett, at eitt byggi* felag hevði ongan rætt til, tá ið ein partur av eigarunum mótmælti, at taka sand innan fyri »den Linie, hvor Hav og Land mødes ved laveste Ebbecí.1) Dómurin byggir á frágreiðingar frá 12 monnum, sum mugu haldast at hava havt serligan kunnleika til føroysk ognarviðurskifti,2) og teir eru allir samdir um, at rættur eigaranna, ið hvussu er, gongur út á hægstu fjøru. Summir halda enntó, at rætt* urin eigur at ganga longur út.3) Sum stuðul undir úrslitið av dóminum kann eisini nevnast ymist, sum sagt hevur ') Dómurin viðvíkti sandtøku í Søltuvík til nýtslu fyri havnargerð heima á Sandi (borg. s. nr. 310/1940). Hann staðfestir eitt fútabann fyri sandtøku sett hin 28. februar 1940 (fútasøk nr. 51/1940) og broytir dómin við undirrættin 8. juni 1940 (borg. s. nr. 130/1940), sum setti markið eftir »højeste daglige Vandstand«. 2) 5 kongsbøndur: A. Weihe, Selatrað, J. Patursson, Kirkjubø, P. Heinesen, Sandavági, Jens Chr. Djurhuus, Kollafirði og Elias Húss garð, Syðrugøtu. 3 sýslumenn: Kr. Djurhuus, Tvøroyri, J. Winther, Sandi og Andr. Samuelsen, Fuglafirði. 2 óðalsbøndur: Søren Danielsen, Miðvági og Jógvan Jógvansson ss. Og afturat teimum: Mikkjal á Ryggi, kennari, Bø, og Anton Degn, skjalavørður, Tórshavn. 3) T. d. so langt ein hestur grynnir (Degn og J. C. Djurhuus), ella so langt sum bátur flýtur á hægstu fjøru (Mikkjal á Ryggi). Annars verður orðið »forstrand« nýtt í tveimum av frágreiðingunum. Soleiðis sigur Kr. Djurhuus, at »den saakaldte Forstrand« er »den Del af Strans den, der ligger mellem højeste daglige Vandstand og laveste daglige Vandstand.« J. Jógvansson endurgevur eitt orðaskifti á løgtingi (møg» uliga um 1890), har tað skal vera sagt, at »forstrand« er »tað, sum liggur millum hægstu flóð og hægstu fjøru.«

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.