Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 1
Nýggir tilburðir við
tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
frá 1920 til 1952.1)
i.
Eftir R. K. Rasmussen,2)
Inngangur.
Eiðis læknadømi var í hesum tíðarbili norðari partur av
Eysturoy og Streymoy. Eystur, suður og vestur var markið:
Elduvík, Funningsfjørður, Hósvík og Saksun, hesar bygd^
irnar uppítaldar. Fólkatalið o. u. 2300.
Teir tilburðir við tuberklasjúkum hiðani, ið sleppa uppí
her, eru sjúkur, ið taka seg upp í hesum 32 ára tíðarskeiði,
uttan mun til hvar ella nær hin sjúki er smittaður; sjúku=
avgerðin skal vera gjørd ímillum 27/s 1920 og 26/6 1952.
Sama ger, um hin sjúki hevði tilhald her í læknadøminum
ella ikki, beint tá ið sjúkan tók seg upp. Avgerandi er, at
') Eg veiti her yvirlækna P. Dahl, Dronning Alexandrines Hospital
í Havn, fyrrv. amtslækna H. Heerup, Odense, fyrrverandi yvirlækna við
frammanundan nevnda sjúkrahús, yvirlækna V. Magnussen, Bróstsjúkra-
húsinum í Havn, amtslækna Erik Lynge, Holbæk, fyrrv. lækna á bróst-
sjúkrahúsinum, og hjálparlæknum teirra bestu takkir fyri greiniligar upp-
lýsingar um sjúklingar, ið út eru skrivaðir úr hesum báðum sjúkrahúsum,
ella hava verið til kanningar á tuberklastøðini, og fyri lán av sjúka-
dagbókum. Eisini leitar hugin í hesum sambandi til hin farna dr.
Jónsson, sum í mong ár var yvirlækni á Bróstsjúkrahúsinum.
2) Týtt hevur Jóhannes av Skarði.