Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 90
96
Strandarrætturin í Føroyum
er ein seinri dómur komin til um sandtøku á Válinum. í
hesum dóminum (frá 6. januar 1958) verður sagt, »at det
er sædvane paa Færøerne, at strandrettigheder tilkommer
bygdens samlede marketal«; tí kundi bert grannastevna (og
ikki kongsbóndin, hvørs festi strondin lá undir) krevja gjald
fyri sandin.1)
Nevndu avgerðir, ið eisini siga strandrættin undir høgum
at hoyra til bygdarfelagið, tykjast eisini væl undirbygdar
úr tí sjónarmiði, at hagarnir ella beinari hagapartarnir eru
frábýttir tí upprunaliga bygdarfelagnum (teir flestu helst
hesi seinastu 300 árini), og at tað yvirhøvur bert eru rætt*
indini víðvíkjandi seyðahaldinum, ið býtt eru, meðan hini
rættindini, serstakliga strandarlunnindini verða verandi í
felagnum. í roynd og veru gera tí somu sjónarmið seg
galdandi fyri hagarnar sum fyri traðirnar.
Viðurskiftini eru sostatt tey, at strandarlunnindini, annað*
hvørt strondin liggur undir bø, haga ella trøð, liggja til
alt markatalið í bønum (bygdini), uttan so er, at heilt ser«
støk viðurskifti gera seg galdandi.
Dømi eru eisini um, at strandarlunnindi hava verið felags
fyri fleiri bygdir,2) men tá hava viðurskiftini yvirhøvur verið
•) Søkin (borg. s. nr. 241/1957) var um skattaeflirstøður. Sum mób
krav varð lagt fram krav eftir gjaldi fyri sandtøku á Válinum undir
einum hagaparti, ið liggur til festið hjá honum, sum eftirstøðurnar
hevði. Kommunan helt fram, at sandurin var lunnindi, ið lá til bygdars
markatalið, og í hesum fekk hon viðhald.
2) Jarðarhvalur av grind var ofta felags fyri fleiri bygdir. Soleiðis
fingu bygdirnar Gjógv, Funningur og Elduvík lut í jarðarhvali av
grindum, ið dripnar vórðu í Funningsbotni, og varð hann býttur eftir
øllum markatalinum í teimum trimum bygdunum, sbr. Tax. B. s. 11,
14 og 18. Somuleiðis var við jarðarhvalinum norðuri í Sundum, ið
fell til bygdirnar Hvalvík, Streymnes og Oyri; og á sama hátt við
jarðarhvalinum í Vestmanna, har 2/3 av honum fullu til hesa bygdina
og 1/3 til Kvívíkar, sbr. Tax. B. s. 129 og 134.
Gjógv, sum er niðursetubygd frá Funningi, sbr. Tax. B. s. 10—11,
tykist eftir amtsskrivi frá 2. november 1824 (avritabók E. nr. 7) enn
at hava havt rættin til rekavið í felag við Funningi.
Eftir einum dómi frá 1. oktober 1862 (borg. s. nr. 37/1861) tykist