Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 90

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 90
96 Strandarrætturin í Føroyum er ein seinri dómur komin til um sandtøku á Válinum. í hesum dóminum (frá 6. januar 1958) verður sagt, »at det er sædvane paa Færøerne, at strandrettigheder tilkommer bygdens samlede marketal«; tí kundi bert grannastevna (og ikki kongsbóndin, hvørs festi strondin lá undir) krevja gjald fyri sandin.1) Nevndu avgerðir, ið eisini siga strandrættin undir høgum at hoyra til bygdarfelagið, tykjast eisini væl undirbygdar úr tí sjónarmiði, at hagarnir ella beinari hagapartarnir eru frábýttir tí upprunaliga bygdarfelagnum (teir flestu helst hesi seinastu 300 árini), og at tað yvirhøvur bert eru rætt* indini víðvíkjandi seyðahaldinum, ið býtt eru, meðan hini rættindini, serstakliga strandarlunnindini verða verandi í felagnum. í roynd og veru gera tí somu sjónarmið seg galdandi fyri hagarnar sum fyri traðirnar. Viðurskiftini eru sostatt tey, at strandarlunnindini, annað* hvørt strondin liggur undir bø, haga ella trøð, liggja til alt markatalið í bønum (bygdini), uttan so er, at heilt ser« støk viðurskifti gera seg galdandi. Dømi eru eisini um, at strandarlunnindi hava verið felags fyri fleiri bygdir,2) men tá hava viðurskiftini yvirhøvur verið •) Søkin (borg. s. nr. 241/1957) var um skattaeflirstøður. Sum mób krav varð lagt fram krav eftir gjaldi fyri sandtøku á Válinum undir einum hagaparti, ið liggur til festið hjá honum, sum eftirstøðurnar hevði. Kommunan helt fram, at sandurin var lunnindi, ið lá til bygdars markatalið, og í hesum fekk hon viðhald. 2) Jarðarhvalur av grind var ofta felags fyri fleiri bygdir. Soleiðis fingu bygdirnar Gjógv, Funningur og Elduvík lut í jarðarhvali av grindum, ið dripnar vórðu í Funningsbotni, og varð hann býttur eftir øllum markatalinum í teimum trimum bygdunum, sbr. Tax. B. s. 11, 14 og 18. Somuleiðis var við jarðarhvalinum norðuri í Sundum, ið fell til bygdirnar Hvalvík, Streymnes og Oyri; og á sama hátt við jarðarhvalinum í Vestmanna, har 2/3 av honum fullu til hesa bygdina og 1/3 til Kvívíkar, sbr. Tax. B. s. 129 og 134. Gjógv, sum er niðursetubygd frá Funningi, sbr. Tax. B. s. 10—11, tykist eftir amtsskrivi frá 2. november 1824 (avritabók E. nr. 7) enn at hava havt rættin til rekavið í felag við Funningi. Eftir einum dómi frá 1. oktober 1862 (borg. s. nr. 37/1861) tykist

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.