Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 44
50
Føroyanavnið eina ferð enn
1300; hdr. o. u. 1360: »sau|H«); í Grágás I (1852), 34:
»í>at er kiot er men lata af navt ej^a fær sauði. oc geitr.
oc svín«. Stjórn hevur hesi bæði dømini, bls. 45 (um Jabal):
»skiliandi brott færsaudi fra geitsaudum«, bls. 177 (sbr.
1. Móseb. kap. 30): »huart sem J>at er medr færsaudum
edr geitsaudum«. Hitt samansetta orðið »færsauðarlamb«
hevur Stjórn i tveimum støðum, bls. 235 (sbr. Dávids sálm
114, 4): »Sua lesum uer (ella: sem lesit er) i psalminum.
at sua føgnudu fiollin ok glødduz sem ueðrar. en haalsarnir
sem færsauda lømb«,og bls. 279 (sbr. 3. Móseb. 5, 7):
»Hefir hann husbondinn sua fátækr uerit. at hann hefir
eigi nockut færsaudarlamb (annað hdr.: sauðarlamb)
átt.« (Her er »ø« prentað fyri »o« við króki í erva).
Málsliga hóskar, sum vit hava sæð, greiningin Færeyar:
»Seyðaoyggjar« (um 1200: insulæ ovium), sera væl, men
hvussu hóskar hon sakliga? At Føroyar allar tíðir, síðan
fólk kom á land her, hava verið eitt seyðaland við lít, at
GøtuíTróndur og aðrir avreiddu ull í Noregi, at einasta
rættarbótin, sum serføroysk er, er »Seyðabrævið« (1298),
at upp at okkara tíð var »seyða ull Føroya gull« o. s. fr. —
hetta veit hvør føroyingur, og summir útlendingar við. Tað
sakliga ivamálið er ikki her. Nei, høvuðsspurningurin er:
Var seyður í oyggjunum, áðrenn norrønir menn búsettust
her? Vit hoyrdu, at Torfæus hugsaði sær, at víkingar høvdu
landið til seyðaoyggjar og høvdu sjálvir slept seyð har. Vit
kunnu siga so, at onkur má hava ført seyð inn á oyggj*
arnar, hvør hann so hevur verið. 1 einum gomlum riti, sum
á fyrsta sinni varð prentað og lagt fram fyri almenning í
1807, er søgd søga, sum prógvar, at seyður, ja, nógvur
seyður var í landinum, áðrenn norrøna byggingin tók við.
Eg meini her sjálvsagt við hitt eftirsíðan tiltikna landafrøð*
iliga smáritið LIBER DE MENSVRA ORBIS TERRAE,
sum hin írski munkurin DICVIL setti saman í 825, og
sum Walckenaer var fyrstur at geva út (Paris, 1807) og
stutt eftir tað Letronne (Paris, 1814) og seinast Parthey
(Berlin, 1870).