Fróðskaparrit - 01.01.1959, Qupperneq 76
82 Strandarrætturin í Føroyum
tað at hann góðkennir marbakkan sum mark. Hetta verður
tó gjørt við munandi tilskilan. Fyrst verður sagt, at rættindi
jarðaeigaranna »i almindelighed« gongur til hægstu fjøru
(»til fjære«), og við hesum verður víst til dómin frá 4. jan.
1941, men síðani verður skoytt uppí:
»1 vor tid, hvor sand har faaet en hidtil ukendt betyd=
ning som byggemateriale, og hvor udnyttelsen af de spar*
somme aflejringer sker med effektive mekaniske hjælpe*
midler, finder retten, at man paa steder, hvor der som i
Kaldbaksbotn findes en udtalt marbakke tæt uden for denne
linie, bør udstrække jordejernes eneret til sandtagning til
at omfatte hele marbakken, idet eneretten ellers vil være
illusorisk, og de bagvedliggende græsbevoksede arealer vil
komme i fare for at bortskylles.«
Hesin dómurin varð staðfestur við dómi Østre Landsrets
26. juni 1959, sum samtykkir »af de i dommen anførte
grunde, at grænsen i det foreliggende tilfælde er fastsat
ved marbakken, idet denne er nær ved laveste ebbelinie
og saaledes danner en naturlig afslutning paa stranden*.1)
Við teirri her umrøddu rættargerð má tað haldast vera
gjørt av, at ytra fjørumarkið, ið hvussu er, tá ið talan er
um sandtøku o. tl., sum aðalregla má leggjast fast til hægstu
fjøru, men at tað í vissum førum kann verða sett longur
út. Treytirnar fyri tí eru tó eftir landsrættardómi tær,
at har er ein marbakki, at hann er nær fjørumálanum (í
Kaldbaksbotni var strekkið millum hægstu fjøru og mar<
bakkan um leið 10—12 m), og at strondin kann sigast frá
náttúrunnar hond at halda uppat á honum; men aftur at
hesum skal sandtøkan vera hættislig fyri strondina innan*
fyri. Hetta verður sagt við áherðing í dómi sorinskrivarans
og samtykt av landsrættinum, sbr. viðmerkingina »tiltrædes
det af de i dommen anførte grunde.« Við at leggja serligan
dent á strandfriðingaráskoðanina gerst Kaldbaksdómurin
átøkur dóminum í Søltuvíkarsøkini. í síðstnevndu søk
!) Dómurin er prentaður í U. f. R. 1959, s. 823.