Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 72
78
Strandarrætturin í Føroyum
føroysku fiskilógini nr. 95 frá 14. apríl 1893, verður orðið
»forstrand« nevnt tvær reisur. í § 2, stk. 1 verður sagt um
nótakast eftir seiði inn á land, »uden Hensyn til, hvem der
er Ejer af Forstranden«, og í § 4 verður nevnt um at draga
seiðanót inn »paa en Forstrand«, tá ið í minnsta lagi helvtin
av markatalinum samtykkir. Heldur ikki henda lógin ella
forarbeiðini til hennara hjálpa nakað til at skilja orðið »for*
strand«, men tá ið orðið verður nýtt í sambandi við at
draga nótaseið á land, tykist tað nær at halda, at tá verður
bert hugsað um tann partin av fjøruni, sum liggur turrur
í lotuni.') Helst er orðið nýtt við sama týdningi í § 14 í
strandingarlógini.
í forarbeiðinum til lóg fyri Føroyar nr. 107 frá 14. apríl
1893 um friðlýsing av skeljadýrum, ið staðfest varð um
sama mundið sum fiskilógin, stendur orðið »forstrand« har
aftur ímóti nýtt nógvastaðni í einum øðrum týdningi, nevni»
liga um tann partin av strondini, ið liggur turrur á fjøru.* 2)
Tað í Føroyum vanliga nýtta orðið fyri henda partin
av strondini er fjøra.3) í eini søk um góðkenning av eini
Tær fáu viðmerkingarnar i forarbeiðunum tykjast at benda á, at við
»forstranden« meinast tann parturin av fjøruni, sum liggur turrur í
løtuni.
J) Hin íslendska fyriskipanin (nr. 10) frá 12. februar 1872 »om
Silde» og Graasejfiskeri», sum er fyrimyndin fyri viðtøkunum um nóta*
kast í teirri føroysku fiskilógini, nýtir orðið »grund« um tað økið,
har nótin verður drigin á land, og her verður óivað meint við tann
partin av fjøruni, sum liggur turrur í løtuni.
2) Undir tingingunum í 1884 helt ein løgtingsmaður soleiðis fyri,
at hann vildi banna óviðkomandi at »betræde sine Enemaerker« fyri
at taka sfliður og øður paa Forstranden« (nevndu dýr finnast ikki
oman fyri flóðarmálan). (Løgt. 1884, s. 85.) — í eini umsókn frá 32
fólkum úr Sundalagnum siga tey, at tey eru »eneberettigede til den
Kragling, der staar paa vor Forstrand i hvert Fald saa langt ned, som
Ebben gaar, naar den er størst.« (Løgt. 1890, s. 105—06.
3) Málfrøðiliga stendur orðið í sambandi við sagnorðið at fjara
(flyta seg burtur). Tað, ið flytur seg burtur, er havið. Orðið er kent
í øllum norrønum málum: norskum: fjæra, donskum: fjære, íslendskum:
fjara, svenskt bygdamál: fjára ella fjora og Norn (hetlendskum): fjora,