Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 72

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 72
78 Strandarrætturin í Føroyum føroysku fiskilógini nr. 95 frá 14. apríl 1893, verður orðið »forstrand« nevnt tvær reisur. í § 2, stk. 1 verður sagt um nótakast eftir seiði inn á land, »uden Hensyn til, hvem der er Ejer af Forstranden«, og í § 4 verður nevnt um at draga seiðanót inn »paa en Forstrand«, tá ið í minnsta lagi helvtin av markatalinum samtykkir. Heldur ikki henda lógin ella forarbeiðini til hennara hjálpa nakað til at skilja orðið »for* strand«, men tá ið orðið verður nýtt í sambandi við at draga nótaseið á land, tykist tað nær at halda, at tá verður bert hugsað um tann partin av fjøruni, sum liggur turrur í lotuni.') Helst er orðið nýtt við sama týdningi í § 14 í strandingarlógini. í forarbeiðinum til lóg fyri Føroyar nr. 107 frá 14. apríl 1893 um friðlýsing av skeljadýrum, ið staðfest varð um sama mundið sum fiskilógin, stendur orðið »forstrand« har aftur ímóti nýtt nógvastaðni í einum øðrum týdningi, nevni» liga um tann partin av strondini, ið liggur turrur á fjøru.* 2) Tað í Føroyum vanliga nýtta orðið fyri henda partin av strondini er fjøra.3) í eini søk um góðkenning av eini Tær fáu viðmerkingarnar i forarbeiðunum tykjast at benda á, at við »forstranden« meinast tann parturin av fjøruni, sum liggur turrur í løtuni. J) Hin íslendska fyriskipanin (nr. 10) frá 12. februar 1872 »om Silde» og Graasejfiskeri», sum er fyrimyndin fyri viðtøkunum um nóta* kast í teirri føroysku fiskilógini, nýtir orðið »grund« um tað økið, har nótin verður drigin á land, og her verður óivað meint við tann partin av fjøruni, sum liggur turrur í løtuni. 2) Undir tingingunum í 1884 helt ein løgtingsmaður soleiðis fyri, at hann vildi banna óviðkomandi at »betræde sine Enemaerker« fyri at taka sfliður og øður paa Forstranden« (nevndu dýr finnast ikki oman fyri flóðarmálan). (Løgt. 1884, s. 85.) — í eini umsókn frá 32 fólkum úr Sundalagnum siga tey, at tey eru »eneberettigede til den Kragling, der staar paa vor Forstrand i hvert Fald saa langt ned, som Ebben gaar, naar den er størst.« (Løgt. 1890, s. 105—06. 3) Málfrøðiliga stendur orðið í sambandi við sagnorðið at fjara (flyta seg burtur). Tað, ið flytur seg burtur, er havið. Orðið er kent í øllum norrønum málum: norskum: fjæra, donskum: fjære, íslendskum: fjara, svenskt bygdamál: fjára ella fjora og Norn (hetlendskum): fjora,

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.