Fróðskaparrit - 01.01.1959, Síða 19
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 25
Andarleiðin. Beint tá ið sjúkan tekur seg upp hoyrist í
eina stutta tíð av og á ein feril av hæsi, ið varir stutt, og
tíðum eitt sindur av hosta, men sjáldan alla hitatíðina.
Hostin kann vera turrur, ella tey spýta eitt sindur. Stundum
kemur rættiliga nógv upp — 20—40 cm3 í samdøgrinum.
Ofta er tað tunt, glart ella vágblandað. Vit hava mangar
strokkanningar á glasi av spýttinum, men ongantíð hevur
eydnast á hendan hátt at ávísa tubbusteyrar. Men »Statens
Seruminstitut« hevur við aling funnið tb. í verti, sum er
tí sent.
Stundum eru at hoyra onkur hvin ella bullandi ljóð,
veik fínlig skróvan ella gnadd um størri ella smærri øki;
eina ferð upp ímillum viknaður andadráttur uttan doyvt
bankiljóð, um niðara part av øðrum lunganum. Hesar
broytingar eru ivaleyst orsakaðar av trútnu eitlunum við
lungarótina, trotunum uttan um teir ella nakað burtur frá
teimum, t. e. broytingar, ið vit best kunnu ávísa við røntgen*
kanning.
Her eru nakrir stuttir úrdráttir úr sjúkudagbókum: Fremst í hvørjum
úrdrátti kyn og aldur sjúklingsins: cf < 1 ár: Einstøk vát bulliljóð
báðumegin á bakinum. 9 5 ár: Komandi og farandi hvin í handars
gotinum v. m. og undir h. óstbeini. đ 6 ár: Gnadd undir hondini
h. m. og á síðuni h. m. 9 9 ár: Hvin v. m. á bakinum og fínlig skróvan
mitt á bakinum báðumegin — komu ikki fyrr enn hitin var burtur.
cf 10 ár: Fyrst einstøk hvin oman fyri h. óstbein og ovast á bakinum
høgrumegin, seinni onkur ríkjan. đ 12 ár: Eitt sindur viknaður anda=
dráttur uttan doyvt bankiljóð á síðuni og niðast á bringuni h. m.
đ 16 ár: Grovligur andardráttur vinstrumegin á bakinum úr lungas
broddinum og mitt í reg. infraspinata. đ 22 ár: Fínlig skróvan niðast
á bakinum vinstrumegin. 9 26 ár: Grovligur andadráttur undir vinstra
óstbeini.
Smittuhitin kemur stundum við leysum lívi, eitt sjúkuí
eyðkenni, ið eisini er hjá Friederichsend
Tey funnu sjúkueyðkenni smittuhitans eru mong, og enn
fleiri eru enn tey, ið omanfyri eru nevnd. Til dømis hendir,
sum 5. sjúkusøga vísir, at meningitiskend sjúkueyðkenni