Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 56
62 Um navnaliðin =inga í nøkrum staðanøvnum í Suðuroynni
kanska Hassing(1329: Hasslund, 1444: Hæsende)ogGerd/ng-
(1406: Gærende, 1390: Gærdyn).1)
1 donskum og svenskum hava vit nøkur dømi um ljóð*
vøksturin e > i og/ella nd > ng [ij] í staðanøvnum, har
seinni navnaliður ella dutur hevur annan uppruna enn í
okkara nøvnum. Soleiðis verður *ling(*), dinge í teimum
donsku nøvnunum Malling (1245: Malend), Allinge, Alling=
aabro, Øster=Alling (1347: Østerallind) sett í samband við
orðið lænde (= norr. lendi).2) Eisini tvey svensk staðanøvn
sum Draftinge (1443: Draffthundha) og Flattinge (1390:
Flatunde) tykjast at bera boð um hjáljóðbroyting okkara.3 4)
At báðar tær nevndu ljóðbroytingarnar hava rakt øll trý
Norðurlanda*málini, síggja vit eisini av einum navnorði sum
nýno., svenskt sanning og eldri danskt sanding, sum er
runnið av norr. sannendi.*)
Nú skulu vit venda aftur til hitt føroyska málveldið og
vita, um har er ljóðliga nakar stuðul at fáa undir týðing
okkara av =inga(=) < *=enda(=).
Sum er hava vit ikki funnið nakað beinleiðis prógv í
livandi føroyskum máli fyri broytingini nd > ng í ljóðlinari
støðu, men sum vit hava sæð, hevur hin øvugta ljóðbroyt*
ingin ng > nd sett spor eftir sær í Suðuroyarmáli í ljóð«
myndini á staðanavninum Ribbingamúli (sbr. viðm. 3, s. 58),
og hetta er ikki einasta dømið í føroyskum. Jakob Jakobsen,
doktari, heldur t. d., at orðið angr m.: »bugt« er at finna
í staðanavninum Saltangará (í Eysturoynni): »nu alm. kaldet
Saltandará med overgang fra ng til nd, men skrevet »Salt=
>) Sí: Gunnar Knudsen: De danske Stednavne, í: Nordisk Kultur,
b. V, s. 88.
2) Op. cit., s. 88.
3) Sí: C. I. Stáhle: Studier over de svenska ortnamnen pá >inge (Lund
1946, í: Skrifter utgivna av Kungl. Gustav Adolfs Akademien), s. 164
viðm. 1; sbr. eisini SEO., undir: °inge, >unge, *unga.
4) Si: Falk og Torp (Heidelberg 1911), undir: sand; sbr. eisini SEO.,
undir: -ing, har fleiri svensk dømi verða nevnd.