Fróðskaparrit - 01.01.1959, Blaðsíða 18
24 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi
Við smittuhita fær hitt eyðkenda pirkið — mátað 48
tímar eftir at pirkað varð, og við positivum úrsliti — tíðum
15—20 mm breidd, og ofta við 2—5 mm breiðari væturípu
í miðjuni. Vit síggja tó av og á vísingar, sum eru bert
4—6 mm, og har ikki vætir útúr.
Knútarósin. Á 1. talvu síggja vit, at 27 av teimum 106
sjúklingum við smittuhita høvdu eisini knútarósin, — tað
verða 25°/o. Hesi 106 kunnu verða borin saman við Poulsens5
285 serliga burtur úr valdu. Av teimum vóru 58 við knútu*
rósin, t. e. 20%. í 1. talvu vóru mannfólkini bert 4—7 °/o,
alt dreingir undir 15 ár. Av konufólki vóru ikki færri enn
23, t. e. 47 °/o. Leggja vit aldursbólkarnar 20—24 og 25—29
saman, verður knútarósinprocentið hjá teimum ósambærliga
stórt: Av 12 konufólkum 10 — 83 % — við hesum óføri.
Broytingar við lungarótina. Tá ið tuberklasmittan kemur
inn ígjøgnum lunguni, kemur á tað smittaða staðið ein lítil
tuberklabrunagerð í lungnabløðrurnar. Haðani fer bruna*
gerðin eftir gróðrarvatnsæðrunum og elvir trútnar eitlar við
lungarótina, møguliga við trota uttanum. Hesar broytingar
verða sjáldan funnar á annan hátt enn við røntgenkanning.
Bygdalækni, ið býr langt burtur frá bróstsjúkrahúsi og
sjúkrahúsi, stendur tí uttan hetta týdningarmikla hjálparráð,
meðan sjúkan er. Tí eru bert fá sjúk røntgenkannað, og
vit kunnu hvørki her ella niðanfyri taka hesar broytingar
við lungarótina við.
Blóðkroppafall. Rannsóknir við blóðkroppafalli hava verið
nógv nýttar til hesa ritgerð, og tær hava verið til mikið gagn.
Meðan her einki nýtt er at greiðafrá, verðatær ikki viðgjørdar.
Hálstak. Ikki er heilt óvanligt, sum nevnt á bls. 18,
tá ið smittuhitin kemur til sjóndar, at síggja veikan roða
í svølgrúminum, og stundum er pína, tá ið hann (el. hon)
svølgir. Hesi sjúkueyðkenni hvørva aloftast skjótt, og sjáldan
er nakar eitlatroti at finna. Ein 5 ára gl. genta, smittað av
pápa sínum, hevði tó smáar, tunnar skónir á báðum mandlum
og eitlar stórar sum hassilnøtkjarni á hálsinum, samstundis
sum smittuhitin kom.