Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 76

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 76
82 Strandarrætturin í Føroyum tað at hann góðkennir marbakkan sum mark. Hetta verður tó gjørt við munandi tilskilan. Fyrst verður sagt, at rættindi jarðaeigaranna »i almindelighed« gongur til hægstu fjøru (»til fjære«), og við hesum verður víst til dómin frá 4. jan. 1941, men síðani verður skoytt uppí: »1 vor tid, hvor sand har faaet en hidtil ukendt betyd= ning som byggemateriale, og hvor udnyttelsen af de spar* somme aflejringer sker med effektive mekaniske hjælpe* midler, finder retten, at man paa steder, hvor der som i Kaldbaksbotn findes en udtalt marbakke tæt uden for denne linie, bør udstrække jordejernes eneret til sandtagning til at omfatte hele marbakken, idet eneretten ellers vil være illusorisk, og de bagvedliggende græsbevoksede arealer vil komme i fare for at bortskylles.« Hesin dómurin varð staðfestur við dómi Østre Landsrets 26. juni 1959, sum samtykkir »af de i dommen anførte grunde, at grænsen i det foreliggende tilfælde er fastsat ved marbakken, idet denne er nær ved laveste ebbelinie og saaledes danner en naturlig afslutning paa stranden*.1) Við teirri her umrøddu rættargerð má tað haldast vera gjørt av, at ytra fjørumarkið, ið hvussu er, tá ið talan er um sandtøku o. tl., sum aðalregla má leggjast fast til hægstu fjøru, men at tað í vissum førum kann verða sett longur út. Treytirnar fyri tí eru tó eftir landsrættardómi tær, at har er ein marbakki, at hann er nær fjørumálanum (í Kaldbaksbotni var strekkið millum hægstu fjøru og mar< bakkan um leið 10—12 m), og at strondin kann sigast frá náttúrunnar hond at halda uppat á honum; men aftur at hesum skal sandtøkan vera hættislig fyri strondina innan* fyri. Hetta verður sagt við áherðing í dómi sorinskrivarans og samtykt av landsrættinum, sbr. viðmerkingina »tiltrædes det af de i dommen anførte grunde.« Við at leggja serligan dent á strandfriðingaráskoðanina gerst Kaldbaksdómurin átøkur dóminum í Søltuvíkarsøkini. í síðstnevndu søk !) Dómurin er prentaður í U. f. R. 1959, s. 823.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.