Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 44

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 44
50 Føroyanavnið eina ferð enn 1300; hdr. o. u. 1360: »sau|H«); í Grágás I (1852), 34: »í>at er kiot er men lata af navt ej^a fær sauði. oc geitr. oc svín«. Stjórn hevur hesi bæði dømini, bls. 45 (um Jabal): »skiliandi brott færsaudi fra geitsaudum«, bls. 177 (sbr. 1. Móseb. kap. 30): »huart sem J>at er medr færsaudum edr geitsaudum«. Hitt samansetta orðið »færsauðarlamb« hevur Stjórn i tveimum støðum, bls. 235 (sbr. Dávids sálm 114, 4): »Sua lesum uer (ella: sem lesit er) i psalminum. at sua føgnudu fiollin ok glødduz sem ueðrar. en haalsarnir sem færsauda lømb«,og bls. 279 (sbr. 3. Móseb. 5, 7): »Hefir hann husbondinn sua fátækr uerit. at hann hefir eigi nockut færsaudarlamb (annað hdr.: sauðarlamb) átt.« (Her er »ø« prentað fyri »o« við króki í erva). Málsliga hóskar, sum vit hava sæð, greiningin Færeyar: »Seyðaoyggjar« (um 1200: insulæ ovium), sera væl, men hvussu hóskar hon sakliga? At Føroyar allar tíðir, síðan fólk kom á land her, hava verið eitt seyðaland við lít, at GøtuíTróndur og aðrir avreiddu ull í Noregi, at einasta rættarbótin, sum serføroysk er, er »Seyðabrævið« (1298), at upp at okkara tíð var »seyða ull Føroya gull« o. s. fr. — hetta veit hvør føroyingur, og summir útlendingar við. Tað sakliga ivamálið er ikki her. Nei, høvuðsspurningurin er: Var seyður í oyggjunum, áðrenn norrønir menn búsettust her? Vit hoyrdu, at Torfæus hugsaði sær, at víkingar høvdu landið til seyðaoyggjar og høvdu sjálvir slept seyð har. Vit kunnu siga so, at onkur má hava ført seyð inn á oyggj* arnar, hvør hann so hevur verið. 1 einum gomlum riti, sum á fyrsta sinni varð prentað og lagt fram fyri almenning í 1807, er søgd søga, sum prógvar, at seyður, ja, nógvur seyður var í landinum, áðrenn norrøna byggingin tók við. Eg meini her sjálvsagt við hitt eftirsíðan tiltikna landafrøð* iliga smáritið LIBER DE MENSVRA ORBIS TERRAE, sum hin írski munkurin DICVIL setti saman í 825, og sum Walckenaer var fyrstur at geva út (Paris, 1807) og stutt eftir tað Letronne (Paris, 1814) og seinast Parthey (Berlin, 1870).

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.