Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 43

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 43
Føroyanavnið eina ferð enn 49 »ull, lagdur«, og (avljóðssamband) við latínskt p e c u s (hvørsí fall: pecoris) »neyt«, »smali, seyður«. Fær er sama orð sum danskt og svenskt fár, nú: fár. R*umljóðið tey kalla hevur volt tað, at vestanmálini ikki fingu sniðið fár (sbr. t. d. danskbsvenskt lár, før.dsl. lær). Satt er tað, at í nútíðar* máli føroyinga og íslendinga er fær ikki longur til. Heldur ikki er orðið afturfunnið í vesturnorskum bygdamálum. Men nútíðarmálini í Føroyum og í íslandi hava varðveitt iaístovnin *færi, n., í samansetingini færi«lús »Melo* phagus ovinus«, sum í yngri føroyskum hevur fingið sniðið førilús — við somu ljóðbroyting, »æ« í »ø«, sum er til skjals í landsnavninum Føroyar. Tað er tó hugsandi, at Suðuroyar*sniðið førlús kemur av einum upprunaligum sniði fær«lús, sum beinleiðis er samansett við orðinum fær. Hetta færi, vit nevndu, hevur helst verið samtøku* navn (kollektivt navn) á seyði, t. e. hevur merkt »seyður« og hevur verið nýtt á sama hátt, sum vit ofta nýta eintal av hesum orði (seyður) í føroyskum. Orðið fær einsamalt var til í íslandi á 12. øld. Til tess at vísa á munin (sum tá var) á vanligum »æ« og á »æ« frambornum við nasaljóði skrivar rithøvundurin at 1. máU frøðiritgerðini í Snorra Eddu: »annat er {?at er sauðrinn heitir fær (—æ— skr.: —e— við króki undir) enn annað J^at er hann fær lambs«, t. e. annað er tað, at seyðurin eitur fær, men annað tað, at hann fær (t. e. elur av sær) lamb. — Hetta íslendska dømið, frá miðjuni av 12. øld, er tað einasta, sum til er úr miðøld. Øðrvísi er við saman^ settum orðum, sum hava varðveitt fær, n. Tey eru til skjals bæði í norskum og íslendskum skriftum. Tvey slík orð eru til, men um annað er at siga, at tað, færskinn, bert er til í sølubrævi úr Romsdal 1428, »brukt om en teig som kalles sá« (Brøgger, 1930, bls. 32). Hitt orðið, færsauðr, er til í lógmáli og í bíbliumáli (Stjórn). í Gulatingslóg (hini eldru) lesa vit (Norges gamle Love I, 75): »Giallda færsauði. oc eigi geitr«; í kristinrætti Árna biskups (N. g. L. V, 50): »Navt oc fer sau{)i« (acc. pl.; hdr. o. u. 4

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.