Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 55

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 55
Um navnaliðin -inga í nøkrum staðanøvnum í Suðuroynni 61 plássini liggja eystanfyri bygdina og heilt stutt frá hvørjum øðrum. Liðirnir =hálsur og =tangi í nøvnunum eru eyðskildir og so vanligir í staðanøvnum, at vit skulu ikki siga fleiri orð um teir her.1) Fyrri parturin av nøvnunum er meira torskilin, men má hava sama uppruna í báðum nøvnum og sipar helst til ein eldri form *Urð(ar)= enda= > *Urðinda=, sum við tíðini er vorðin til [úrnjga*] og síðan til [úlnjga*].2) Um vit hava grein í okkara máli, hevur *Urð(ar)endi iva* leyst einaferð verið eitt serstakt staðanavn, ið hevur sipað til lendið undir Uringahálsi, har tað er ein fyrndargomul urð.3) Uringatangi man so hava fingið navn eftir legu sínari nærhendis *Urð(ar)enda og/ella Uringaháisi. í seinna falli er Uringatangi eitt stytt (elliptiskt) navn. Fyribilsúrslitið av kanningum okkara avteimum fýra staða= nøvnunum er, at týðingarnar *Vatnsenda(=) og*Urð(ar)enda= hóva væl saman við lendið og leguna á staðanavnapláss* unum, at ljóðmyndin í navnaliðunum Vatns= og Urð* er reglulig eftir ljóðvøkstrinum í Suðuroyarmáli, og at broyt* ingarnar e > i og nd > ng tykjast eisini at hava verið kendar í ljóðlinari støðu í navnaliðunum =end(=) í einstøkum norsk= um staðanøvnum. Fyri at finna fleiri javndømi um ljóðvøksturin í navna* liði okkara =inga(=), mugu vit leita til eitt annað skyldmál. 1 einstøkum donskum staðanøvnum, ið nú á døgum hava endingina =ing [nj], ber tað til at prógva, at henda endingin er runnin av orðinum ænde, tá ið hesi nøvnini eru skrift* fest í gomlum skjølum við navnaliðinum =ende ella =ændæ. Sum dømi skulu vit nevna Dissing (1433: Digsændæ), Sjørring (Vjb.: Syorændæ), Sperring (1418: Sperende) og >) Sbr. t. d. Stn. Norð. viðv. hálsur (s. 134). 2) Broytingin r til l hevur helst samband við Mjóðið í =hálsur, og navnið Ulingahálsur er sostatt dømi um fjardjóðlíking (fjarsassimilatión) av r■/ til l-.l. 3) Um Uringa= í nøvnum okkara sigur P. F. J., Froðbø: »Eg haldi, at navnið kemur av urðini, ið altíð hevur verið og er undir Uringa= hálsi« (sbr. viðm. 7, s. 60).

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.