Fróðskaparrit - 01.01.1977, Síða 48
56
■Hví hevur nekarin fepur?'
Unlike words ending in -ari, those ending in -ur with a radical r are
often abstract, denoting qualities and conditions, e. g. hungur (hunger),
heiður (honour), myrkur (darkness). Consequently the choice between -ari
and -ur for Da. -er is principally a semantic one; Da. neger, denoting a
person, is transformed to nekari; Da. feher, a condition, is rendered fepur
in Far.
ÚRTAK
1 greinini verSur gjørt vart við ávísar strukturellar munir millum danskt
og føroyskt, og víst, hvussu donsk lánorð verða broytt í føroyskum.
Einans tvey sløg av orðum verða viðgjørd, t. e. 1) tey við einkultum
lokljóði aftan á langt sjálvljóð ella tvíljóð, og 2) tey orð, sum í donskum
hava eftirfestið -er. Dømi um bæði sløgini eru í titlinum »Hví hevur nek-
arin fepur?«, har nekari og fepur á føroyskum svara til neger og feher á
donskum.
í fyrra partinum av greinini verður greitt frá, hví h, d, g eftir langt
sjálvljóð í lánorðum verða broytt til p, t, k í føroyskum. Ein eyðkendur
bólkur av slíkum orðum er m. a. nekari, jekari, leytari, tikari (da. neger,
jæger, lejder, tiger). Onnur dømi um orð sum hava fingið rótføroyskt snið
eru fepur, fipur, sleta, keta, kápil, tok (da. feher, fiher, slade, kæde, kahel,
tog). 1 summum orðum verður lokljóðið skrivað sum í donskum, til dømis
edikur, prædika. Forvitnisligt er, at Svabo skrivaði Etikur og preatika.
Eingin munur er í úttaluni millum p, t, k øðrumegin og h, d, g hinumegin,
tá ið lokljóðið stendur eftir langt sjálvljóð.
f seinna partinum av greinini verður greitt frá, hvussu eftirfestið -er
í donskum lánorðum verður endurgivið í føroyskum. Tað vanliga er, at
-er verður skift út og -ur ella -ari sett inn í staðin.
Eftirfestið -ari verður javnan brúkt at mynda nomina agentis, eitt nú
keypari og veljari til sagnorðini keypa og velja. Hópurin av slíkum orðum
eru yrkisnøvn: hakari, múrari, prentari o. s. fr. Summi upprunalig nomina
agentis, til dømis snikkari, skómakari, skraddari, hava ikki nakað tilsvar-
andi sagnorð í føroyskum. Við slíkum orðum sum fyrimynd verður -er
í donskum yrkisnøvnum reglubundið endurgivið -ari í føroyskum, til dømis
apotekari, elektrikari. Næsta stig er at -er verður broytt til -ari í øllum
orðum, sum merkja persón. Soleiðis fáa vit nekari, svenskari, gangstari,
politikari, fanatikari.
Ólíkt orðunum á -ari eru føroysk orð á -ur við radikalum r ofta ab-
strakt og merkja eginleika ella stand, til dømis heiður, myrkur, hungur.
Valið millum -ari og -ur fyri danskt -er í lánorðum er sostatt treytað av
semantiskum umstøðum. Tí má neger — ein persónur — á føroyskum verða
nekari, og feber — ein standur — verða flokkað saman við abstraktum
orðum við radikalum r og broytt til fepur.