Fróðskaparrit - 01.01.1977, Page 49
Halgigongu-krossur úr Kirkjubø
Eftir Sverra Dahl
Inngangnr.
Nevndur verður í greinini: Skráseting av føroyskum mið-
aldar kirkjugripum, í Fróðskaparriti 24. bók2, ein krossur úr
Kirkjubø. Hann er merktur á talvuni bls. 88 og í enska tekst-
inum bls. 108, men í umbrótingini dottin burtur í yvirlitinum.
Við umbering fyri hetta brek skal her, nú høvi so skjótt
gevst til tess, verða greitt so greiniliga sum gjørligt frá hesum
fyri okkum sjáldsama kirkjugripi.
Eldri frásagnir.
Teir, sum 1709/10 sýna Kirkjubøar kirkju4, hava annað-
hvørt ikki verið varugir við hann, tí at hann møguliga var
burturgoymdur, aftaná at kirkjan hevði fingið altartalvu, ið
teir umtala — og nú er á Fornminnissavninum (Fms. snr. 680,
681) — ella teir ikki hava hildið hann vera nevniverdan, eins
og teir sýnast hava hildið um Kristmyndina (Fms. snr. 241)
og Mariumyndina (Fms. snr. 240)2.
Men Clemend Jenssøn Færøe, prestur (1706—1766) fer gjøll-
ari um í teirri sýnisfrásøgn, ið hann 1729 eftir áheitan sendir
Christian Worm, biskupi (1711—1737). Har veit hann at siga,
at kirkjan eigur: et lidet Træ-Kaars med Messing beslagOg
sama málbering kemur síðan fyri fleiri ferðir í frágreiðingum
til biskupa og í roknskaparbókum fyri Suðurstreymoyar presta-
gjald, til dømis í 1742 og 1767 '■IV .
Rasmus Jørgen Winther, prestur (1780—1799) er so mikið
5 — Fróðskaparrit