Fróðskaparrit - 01.01.1977, Síða 51
Halgigongu-krossur úr Kirkjubø
59
»Et 18” høit og 15V3” bredt Kors af Egetræ, der paa
begge Sider er belagt med tyndt Kobberblik, hvori ere
drevne Ornamenter«.m
Havi 1974 kannað krossin saman við Niels-Knud Liebgott,
savnvørði, sum eisini hevur fingið til vega tær her nýttu
myndirV)
Krossurin sjálvur er, sum longu sagt, úr eikiviði; krossstav-
urin og tvørtræið ella armarnir eru blaðað saman. 011 hæddin
er 47,0 cm, tvørtræið 40,4 cm langt, og tjúkdin yvirhøvur 2,2
cm. 1 lýsingini frá 1876 verður sagt, at báðar síður eru lagdar
við koparplátum; tað er beint, bæði framsíða og baksíða eru
tað, men lagt má verða afturat, at eisini allar liðirnar eru
koparlagdar og prýddar.
Baksíðan er best varðveitt. Har sæst (sí 1. mynd), at ovasti
endi á stavinum og báðir endar á ørmunum eru skornir nakað
sum trísmærubløð, tó er ytsta blaðið ikki rundað sum hini,
men tungukent. Mitt í hesum bløðum er í koparklæðingini eitt
runt hol, ella kulla, við upphevjaðari rond uttanum. Tvørmát
kullanna innan er o. u. 3,5 cm.
Nú sæst í kullunum á bera viðin, men fyrr hava har óivað
sitið serligir skartgripir, helst skreytsteinar, av einumhvørjum
slagi.
Prýddar eru allar koparplátur við miklum hegni. Á øllum
útjaðarum sita tætt í tætt rundir smáknøttir, beint innanfyri
er klænur tvinnaður tráður, og eftir miðjuni sera regluliga
drivið ella framtrýst blaðverk, ið mest minnir um hvirvilrósur
(hvirvelrosetter). Liðirnar eru skreytbúnar við sama tvinnaða
tráði og eftir miðjuni við smáblómum.
Framsíðan hevur í ovara enda kullu av sama slagi sum tær
á baksíðuni, men hon hevur eisini kullu í samankomingini
millum stavs og arma (2. mynd). Við tað at koparklæðingin
nú er burtur á báðum armsendunum eru har ongar kullur, tó
eru á viðinum skillig rund merki, so at eingin ivi kortini er
*) Fyri henda dugnað veiti eg honum bestu tøkk.