Fróðskaparrit - 01.01.1977, Síða 77
Heimildir um seyðamjólking í Føroyum
85
tippi hvar tey róku ærnar saman at verða mjólkaðar, ein
skikkur, sum fyrr í tíSini ikki var óvanligur«. (Hansen 1975:
120).
Henda uppfatan er vanlig at finna í føroyskari søguskriving,
og endamáliS viS hesi grein er at kanna eftir, hvat henda
uppfatan er grundaS á, og gera eina metan av teimum heim-
ildum, sum nýttar hava veriS.
í doktararitgerS síni um staSanøvn í NorSuroyggjum (Ma-
tras 1932: 6—7, 190—91, 208) nemur Christian Matras fleiri
ferSir viS spurningin um seySamjólking. Vísandi til Svabo
metir hann, at ein týdningur av staSanavnaliSinum kví(ggj)
er »Samlings- og Malkeplads for Faar«, og gevur kvíggja-
nøvnum, sum finnast í illgongdum lendi í fjøllunum hesa
merking, meSan somu nøvn, iS eru at finna nærindis bønum
ella í bønum, verSa hildin at hava samband viS neytahald.
Samstundis ger Christian Matras tó vart viS, at einki kann
sigast viS vissu um, at seySur hevur veriS mjólkaSur í Før-
oyum áður í tíSini.
Daniel Bruun viSgerS eisini spurningin í ymsu skriftum
sínum. Hann sigur frá, at seySur nú ikki verSur mjólkaSur í
Føroyum, sum hann verSur taS í Islandi, og metir, at hetta
hevur veriS ógjørligt síSan 1659, tá seySurin varð lagdur í
fela (Bruun 1911: 614). Tó ivast hann ikki í, at seySur hevur
veriS mjólkaSur í eldri tíSum. Hann vísir til, at frásagnir eru
um hetta, og staSanavnaliSurin kvíggj má hava somu merking
sum »kvíar« á íslendskum, ein lítil girSing at mjólka seySi í.
Eisini endurgevur hann frá Svabo, at menn á hansara døgum
kundu ávísa ta kvíggj, har Tróndur í Gøtu mjólkaSi seySi
sínum.
Sum taS skilst, vísir tann seinra granskingin aftur til Svabo
sum høvuSskeldu til evniS. TaS Svabo í 1781—82 veit at
greiSa frá (Svabo 1959: 205—06), er tó ikki annaS enn longu
er endurgiviS, at hann veit um frásagnir um seySamjólking
áSur í tíSini, at orSiS kvíggj merkir eitt staS, har ærnar vórSu
mjólkaSar, og taS staSiS, har Tróndur í Gøtu hevSi kvíggj,
verSur ávíst. Eisini sigur hann frá, at ein kvíggj viS vissu