Fróðskaparrit - 01.01.1977, Page 84
92
Heimildir um seyðamjólking í Føroyum
0 10 20 30 40 ffhr
3. mynd. Stekkur við lambakró, Island, eftir Daniel Bruun.
hevði ikki verið órímiligt at hugsað sær, at landnámsmenn
hava kent til at mjólka seyði heimanífrá og eisini hava gjørt
tað her, men at viðurskiftini í Føroyum onkursvegna hava
fingið teir at gevast rættiliga tíðliga í tíðini. Prógv fyri hesum
finst tó einki og fæst neyvan heldur uttan so, at vit beinleiðis
kunna ávísa girðingar, sum uttan nakran iva hava samband
við seyðamjólking. 1 íslandi (Bruun 1897: 53—63) vórðu ærnar
vanliga mjólkaðar í kvíum, ein avlong, ferhyrnt girðing
(1. mynd), sum átti at vera so trong, at ærnar fingu ikki flutt
seg, meðan tær vóru mjólkaðar. Um náttina vóru ærnar havdar
í eini rúmligari girðing, stekkur, 'ið hevði eitt lítið avrúm,
lambakró (2.-3. mynd), sum viðhvørt var takt. 1 hetta avrúmið,
vórðu lombini sett um náttina, so tey ikki fingu sogið, áðrenn
ærnar vórðu mjólkaðar um morgunin. Eftir at lombini og hin
seyðurin síðst í juni mánaði vórðu rikin til fjals, vóru bert
mjólkærnar havdar eftir. Viðhvørt vóru ærnar um náttina
havdar í eini stórari, rundari girðing, nátthagi (4. mynd), har
tær fingu bitið. Um girðingar, ið líkjast hesum íslendsku, eru
at finna í Føroyum, eigur málið at verða tikið upp til við-
gerðar av nýggjum, men møgulig minni um seyðamjólking eiga
at verða funnin, har fólk hava búð ella havt ærgi; ikki í ill-
gongdum, fjarskotnum lendi, sum Christian Matras hugsar
sær tað.