Fróðskaparrit - 01.01.1977, Síða 104
112
Navnagávan á føroyskum miðum
1 einum ella tveimum miSanøvnum í Hvalbø hevur ein orðið
tilróður, sum annars ikki er til sum livandi orð í føroyskum.
I norðurnorskum máli verður tilror nýtt um fiskimið,18 Tað
er tí líkt til, at sama merkingin er at finna í miðanavninum/
-nøvnunum: 'Tilróðurin, Innari Tilróður, Uttari Tilróður.
At enda x hesum tátti skulu vit rokna upp nøkur føroysk
fiskipláss-orð, sum eru kend í miðanavnagávu í grannalondum
okkara:
mið: um øll Norðurlond.
grunnur m.: kent saman við síðuforminum gruður í megin-
partinum av Føroyum. Kallkynsorðið grunn er eisini kent
í Noregi og Svøríki. — 1 Hetlandi finnist grunn í miða-
nøvnum, men tað er ikki greitt, hvat kyn orðið hevur
havt har.
grunn n.: í Føroyum er hvørkikynsorðið bara til í Suður-
oynni. Annars kent í Islandi og í Noregi (t. e. Sunnmøri).
grynna: í Noregi og Svøríki.
botnur: í Noregi (t. e. Sunnmøri) og í Danmark (t. e. Born-
holm).
skalli: í Noregi (mest í Nordland) og pørtum av Svøríki.
skøltur: í Noregi í forminum skolt.
djúp: í Noregi, Hetlandi og íslandi.
hav: í Hetlandi og Noregi.
tilróður: í Noregi (Sunnmøri, Troms).
hol: í Noregi, Svøríki og Danmark (t. e. Bornholm).
Vit síggja av hesum yvirlitinum, sum byggir á upplýsingar
úr ritgerðini hjá Hovda og er ikki fullfíggjað, at høvuðsorðini,
sum lýsa fiskiplássið í føroyskum miðanøvnum, eru bara fyri
ein part kend uttan fyri Føroyar, meðan fleiri slík orð eru
serføroysk og mugu tí haldast sum fiskipláss-orð at hava sín
uppruna her á landi (sum t. d. plinkur, plinki, pass, repp,
strát o. fl.). Landafrøðiliga útbreiðslan av slíkum orðum sigur
okkum samstundis nakað um aldurin á teimum ymisku navna-
týpunum, har slík orð eru at finna.