Fróðskaparrit - 01.01.1977, Page 109
Navnagávan á føroyskum miðum
117
og hesin skikkur ger eisini vart við seg í miðanøvnum. Miðið
Skjalgur (Sunnbø) hevur eftir manna søgn samband við eyk-
nevnið á manninum, sum fann miðið.
(2) Miðanøvn sum innihalda bara eitt fiskanavn. Slík miða-
nøvn sipa helst til fiskaslagið á miðinum, eitt nú miðanavnið
Longan hjá Svabo.21
(3) Miðanøvn sum innihalda bara eitt fuglanavn. Dømi um
hetta er: Krunkurin (Hvalbø) og Nátin (Froðbø). Undir slíkari
navnagerð kann búgva onkur hending á útróðri í sambandi
við fuglin, sum nevndur er. Líka ofta kann ein kortini rokna
við, at miðanavnið sipar til navnið/eyknevnið á tí — bátinum
ella manninum — sum hevur funnið miðið.
(4) Miðanøvn sum sipa til ávísar hendingar í samhandi við
eitt mið. Vit kenna bara nakrar tilburðir, sum hava verið at-
vold í slíkari navnagerð, men teir geva eina firvitnisliga mynd
av lívinum hjá útróðrarmanninum. Vit skulu nevna bara nøkur
fá dømi burturúr.
Fleiri slík nøvn snúgva seg um kapping og stríð um loyni-
mið.22 Menn royndi sum longst at dylja eitt loynimið, soleiðis
sum navnið Duldin sigur, men sjáldan eydnaðist tað leingi.
Nøvn sum Kjaftur og Gákur sipa til, at onkur kundi ikki tiga
við ýtunum.23 Nøkur nøvn greiða frá teimum snildum, sum
vórðu nýtt fyri at fáa fatur á ýtunum. Um miðið Kvartin er
sagt at tað fór fyri ein kvart av brennivíni, og um miðið
Hungrið at ein fátækur maður fekk eitt krov fyri at siga frá
tí. Um eingin vildi siga frá, máttu onnur snildi nýtast sum t. d.
at royna at ýta miðið av frá landi, meðan báturin var á tí.
Her kundi tað kortini spyrjast nógv gongd burturúr, áðrenn
tað eydnaðist at ræna miðið. Miðið Húðarænan skal hava
fingið navn av tí. Tað eru eisini miðanøvn, sum lýsa harm og
hevnd yvir missin av einum loynimiði. Um miðanavnið Svím-
ilsi verður sagt, at tá ið miðamaðurin frætti, at miðið var tikið
av honum, svímaði hann. Miðanavnið Koruvongur skal vera
komið av, at ein bátsmaður breyt armin úr økslini á honum,
sum skuldi hava sagt frá miðinum.
Hesin undirbólkur hýsir ikki bara stríði og harðskapi, men