Fróðskaparrit - 01.01.1977, Page 126
134
Knappligar broytingar í sjóvarhitanum vi5 Føroyai
jan. febr. mars apr. mai juni juli aug. sept. okt. nov. des.
6.3 6.0 5.9 6.3 7.1 8.2 9.3 9.8 9.7 9.1 7.9 7.0
1. talva. Sjóvarhitin við Mykineshólm teir ymsu mánaðirnar í miðal
jyri tíðarskeiðið ]914—1950. (Smed: Ann. Biol).
Sjóvarhitin um Føroyar
1. og 2. mynd vísa hitan (og saltnøgdina) í vatnskorpuni á
parti av føroysku havleiðunum ávikavist juni 1953 og nov.—
des. 1951.
Úr landsynningshorni íslands og í ein landsynning gongur
Pólfronturin, har heitara (og saltara) Atlantshavið møtir kald-
ara (og minni salta) Eystur-íslendska streyminum.
Fronturin liggur ikki altíð í sama stað, men myndirnar vísa
høvuðslegu hansara. Føroyar liggja vanliga sunnan fyri frontin
og í tí heita sjónum; tí er lítil munur á sjóvarhitanum á sumri
og á vetri. 1 1. talvu er settur upp hitin teir ymsu mánaðirnar
av árinum í miðal fyri árini 1914—1950 við vatnskorpuna
úti fyri Mykineshólmi. ]. Smed (1962) hevur viðgjørt hesi tøl
neyvari og m. a. roknað út miðalhitan fyri hvørt árið sær; 3.
mynd vísir gongdina í miðalhitanum frá 1914 til 1961. Tað
sæst hvussu sjógvurin hitnaði frá nakað fyri 1920 til umleið
mitt í fjørutiárunum.
Hitamátingar vi'ó Mykineshóim
Mátingarnar, sum nevndar eru omanfyri, vóru gjørdar við
Mykineshólm frá 1914 til 1969 eina ferð um dagin, kl. 8 á
morgni. Frá 1867 til 1919 var sjóvarhitin mátaður í Flavnini.
Mátingarnar eru at finna í Meteorologisk arbog (1915). 1 hesi
grein viðgera vit mátingarnar úr Mykinesi. 4. mynd vísir hita-
gongdina í tvey ár. Ein reglulig gongd sæst, sum samsvarar
væl við 1. talvu. Tað, sum vit hava hugt gjøllari eftir, eru av-
vikini frá regluligu gongdini. Hesi avvik tykjast á myndini
ikki at vera symmetrisk; tey tykjast serliga ganga niðureftir,
t. e. flestu av avvikunum svara til, at sjógvurin verður kaldari.
Fyri at royna um hetta hugskot helt við gjøllari kanning,
gjørdu vit, sum nú skal greiðast frá. Sum upprunatøl nýttu