Fróðskaparrit - 01.01.1977, Page 141
Knappligar broytingar í sjóvarhitanum við Føroyar
149
15. mynd. Sí tekst.
ímóti úr einum staði í annað. Mátarin, sum liggur stillur,
mátar tí ikki í sama sjógvi alla tíðina og er tað grundin til,
at hann mátar ymsan hita ymsar tíðir. Av tí at streymurin
eisini verður mátaður, kunnu vit fáa eina hóming av, hvussu
langt sjógvurin verður fluttur. Hugsa vit okkum, at rákið ávísa
tíð er tað sama allan vegin eftir áðurnevndu linju, so kunnu vit
nýta mátingarnar til at tekna, hvussu hitin broytist úr einum
staði í annað eftir linjuni. Eitt dømi er víst á 15. mynd. Tað
sum nú er mátið fyri, um hendan myndin er bein, er um hitin
fylgir somu gongd, tá ið streymurin vendir og sjógvurin fer
at reka hin vegin. Á 15. mynd er eingin ivi um, at hetta hóskar
heilt væl. Tílíkar myndir vórðu gjørdar fyri alt tíðarskeiðið,
og tó at tær ikki allar hóska líka væl, er lítil ivi um at hugs-
anin er røtt, nevniliga, at stórur partur av hitabroytingunum,
sum mátarin vísti, koma av, at sjógvur við ymsum hita verður
førdur fram við mátaranum, og hetta stuðlar uppfatan okkara,
at orsøkin til køldu avvikini í sjóvarhitanum við Mykineshólm
stavar frá køldum meldrum í sjónum á landgrunninum.