Fróðskaparrit - 01.01.1977, Page 147
Uppmáting av vøtnum í Føroyum1)
Eftir Sigmund í Dali.
1 greinini um uppmáting av vøtnum í Føroyum (í Dali 1975)
varð sagt frá at farið var undir eina miSvísa uppmáting av
vøtnunum í Føroyum. Tá vórSu uppmátingarúrslitini av Fjalla-
vatni, Leynavatni, Stóravatni, Heygsvatni og Vatninum á Møl-
ini løgd fram.
Uppmátingarmátin í fjør var hesin:
Á Fjallavatni var dýpiS skatta viS einum stálmátibandi fyri
hvørjar 25 m á strekkjum tvørtur um vatniS, og somuleiSis á
strekkjum út frá báSum endum á vatninum. Tann útróni tein-
urin varS mátaSur á einari merktari flotlínu, sum var spent
tvørtur um vatniS. Uppmátingarnar av Leynavatni, Stóravatni,
Heygsvatni og Vatni á Mølini fóru fram á líkan hátt, bert
varS her dýpiS mátaS viS einum ekkoloddi Seafarer 3 (149
khz). Hin merkta flotlínan varS sigld út frá bátinum og kundi
vindast inn aftur á eina rullu. Kósin var merkt viS tveimum
reySum fløggum á stuttum stongum. TaS nýtta fariS var ein
jolla Pioner 7, sum vigar 35 kg, og er hon væl hóskandi at
flyta á einum biltaki. Uppmátingarmátin í ár var hin sami
sum nýttur varS á Leynavatni, Stóravatni, Heygsvatni og
Vatninum á Mølini. Her verSur lagt fram úrslitiS av upp-
mátingunum av Saksunarvatni, EiSisvatni, Mjáuvøtnum, Tofta-
vatni og Sørvágsvatni (Leitisvatni). SoleiSis eru nú tey størstu
og djúpastu vøtnini í Eysturoy, Streymoy og Vágoy uppmátaS.
ArbeiSiS heldur fram og dentur verSur lagdur á at fáa kunn-
*) Føroya Jarðfrøðisavn og Danmarks Geologiske Undersøgelse.