Fróðskaparrit - 01.01.1977, Page 164
172
Uppmáting av vøtnum í Føroyum
leika um tey størstu vøtnini í hinum oyggjunum og at kanna
nøkur av vøtnunum uppi millum fjøll. Fleiri av vøtnunum eru
í hesi øld avbyrgd til vatnorkugoymslur. Nevnd kunna verða:
Á Borðoynni: Vatni í Strandadali. Á Streymoynni: Vatnið
norðan fyri Vestmanna og vøtnuni á Mýrunum. 1 Suðuroy:
Vatnsnes, Miðvatn og Ryskisvatn.
Saksunarvatn (1. mynd)
Saksunarvatn liggur á Streymoynni, í Saksunardali, stutt
eystanfyri bygdina Saksun. Á mátiborðsblað nr. 11 er vatnið
merkt at liggja 25 m o. sj. Umframt Dalsá renna nógvir løkir
í vatnið. Frá rennur vestureftir. Vatnið er um 450 m langt.
Vatnsstrondin er jøvn, Av kortinum (1. mynd) sæst, at tað
dýpist skjótari eystanfyri á vatninum enn vestanfyri. Størsta
dýpi, ið mátað er, er 17.0 m.
Eiðisvatn (2. mynd)
Eiðisvatn liggur í Eysturoy, nakað sunnan fyri bygdina, og
verður tað har rópt Uppi á Vatni. Eftir mátiborðsblað nr. 6
er tað um 130 m o. sj. Fleiri áir og løkir renna í vatnið. Úr
vatninum rennur Breiðá. Vatnið er um 1100 m langt og um
400 m breitt. Vatnsstrondin sunnanfyri er ójøvn. Steinar og
sker eru ymsastaðni fram við henni. Av kortinum (2. mynd)
sæst, at tað dýpist skjótari vestanfyri á vatninum enn eystan-
fyri. Størsta dýpi, ið mátað er, er 15.8 m.
Mjáuvøtn (3. og 4. mynd)
Mjáuvøtn liggja á Streymoynni, millum Kollafjørð og Leyn-
ar. Eftir uppmátingum hjá Matrikulstovuni liggur eystara vatn-
ið 76.6 m yvir miðalsjógv og vestara 76.4 m yvir miðalsjógv.
Flesin lítli hæddarmunur saman við skapinum á lendinum
millum vøtnini kundi bent á, at tað upprunaliga bert var eitt
vatn.
Eystara vatnið (3. mynd) er um 250 m langt. Fleiri áir og
løkir renna í vatnið. Frá rennur vestureftir í vestara vatn.
Vatnið dýpist vestureftir, men størsta mátaða dýpi er bert
7.0 m.