Fróðskaparrit - 01.01.1977, Page 165
Uppmáting av vytnum í Føroyum
173
Vestara vatnið (4. mynd) er um 500 m langt. Umframt ánna
úr eystara vatninum rennur Breiðá í vatnið. Frá rennur vestur-
eftir í Leynavatn. Av kortinum sæst, at eystari helmingur av
vatninum er væl djúpari enn vestari, størsta mátaða dýpi er
tó bert 6.6 m.
Toftavatn (5. mynd)
Toftavatn liggur í Eysturoy, millum Toftir og Rituvík.
Vatnið er á mátiborðblað nr. 28 merkt at liggja 15 m o. sj.
Bert smáir løkir renna í vatnið, frá rennur norðureftir. Vatnið
er um 1500 m langt. Á norðara helmingi á vatninum er vatns-
strondin ójøvn. Hólmar, steinar og sker eru ymsastaðni fram
við henni. Her er størsta mátaða dýpi bert 3.5 m. 1 tí syðra
víðara helminginum er ein týðuliga avmarkað lægd, har størsta
mátaða dýpi er 22.0 m. Botnurin er her sostatt 7 m undir
sjóvarmálanum.
Sørvágsvatn (Leitisvatn) (6. mynd)
Sørvágsvatn liggur í Vágum, millum Miðvág og Sørvág.
Vatnið er um 6 km langt og millum 500 og 800 m breitt.
Á mátiborðsblað nr. 30 er vatnið merkt at liggja 32 m o. sj.
Fleiri áir renna í vatnið, frá rennur suðureftir. Víddin er 3,4
km2 og er vatnið størsta vatn í Føroyum.
Av kortinum (6. mynd) sæst, at ein stórur partur av botn-
inum liggur undir sjóvarmálanum. Fleiri lægdir eru í botn-
inum, og størsta mátaða dýpi er 59.0 m. Botnurin er her so-
statt 27 m undir sjóvarmálanum.
SUMMARY
The article is a continuation of a survey of Faroese lakes (S. í Dali
1975). The soundings were made with a Seafarer 3 (149 khz) echo-sounder.
The work is still in progress.
BÓKMENTIR
1. í Dali, Sigmundur: Uppmáting av vøtnum í Føroyum. Fróðskaparrit
23. bók bls. 63—76. Tórshavn 1975.