Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 4

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 4
10 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum i Eiðis læknadømi Eftir talvuni vóru 106 tilburðir við smittuhita. Ein lítil munur er á tølunum eftir kynum: <? 57, ? 49. Nær« um triðingurin: 30 av 106, 28 °/o eru 15—19 ár. Síðan minkar til báðar liðir, og yvir 29 ár eru bert 4. Elst teirra var konufólk, 41 ára gl. Sjúkusøgu hennara finna vit hjá Poulsen*. Ofta býr tann, ið smittar, og tann, ið smittaður verður, lið um lið, til eingin ivi er um smittuhitan, og pirkið kemur fram. Ferð eftir ferð hendir tað, at langt komnir lungna* tuberklar verða avdúkaðir av einum ella fleiri tilburðum við smittuhita í húsinum, í grannalagnum ella millum kenn= ingar. Verður henda samveran slitin onkuntíð, áðrenn smittu* hitin kemur í ljósmála, ella pirkið er vorðið positivt, fáa vit eitt tíðarskeið við smittu uttan positivt pirk, og sum her verður kallað ífestitíðin. Meðan hon er, er enn einki, ið bendir á sjúku, og tuberklulinviðkvæmið er støðugt óbroytt, tó at hann ella hon, ið talan er um, longu langt síðan — kann henda fyri vikum síðan — er smittaður við tuberklum. Ífestitíðin er sjálvandi sera ymiss til longdar. Hjá nøkrum fáum, har smittuvandatíðin hevur verið bert fáir tímar ella einstakur dagur, er ífestitíðin hin sama sum tilgerðartíðin. Hjá øðrum varir hon bert fáar dagar. Millum tey 106 ný= smittaðu við smittuhita eru ikki heilt fá við ífestitíð. 17 teirra vórðu pirkað eina ferð ella tvær ferðir í hesum tíðar* skeiði og við negativum úrsliti. Skulu vit kunna rokna út, hvussu long tilgerðartíðin er, mugu vit kenna 1. sjúkudag, og smittuvandatíðin má, sum longu nevnt, ikki vera meiri enn einstakur dagur. Bert fá av teim 106, ið sjúk vóru av smittuhita, luku hesar treytir; men einstøk kortini. Tey verða sett upp her, og nevnd eru kyn, aldur í árurn, og (í klombum) tilgerðartíðin í døgum: ? 11 (41), ? 18 (35), ? 23 (44), <? 16 (64). Tað hendir, at hin nýsmittaði púrt einki kennir sær, tá ið vendin kemur (frá -í- til +). Eisini hendir, meðan vendin gerst, at hin nýsmittaði kennir seg ikki heilt frískan í nakrar

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.