Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 5

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 5
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi dagar; men vandalig hitamáting vísir ongan hita. Tílíkir tilburðir verða ikki tiknir við her, tí eingin er hitin. Men so hava vit smittuhita, ið varir einstakan dag ella einar tveir dagar, og bæði hjá tilkomnum fólki og børnum, so sum sjúkusøgurnar niðanfyri sýna. Hitin er stundum so lítil, at hann lítið og einki víkir frá rættvorðnum. 1. cf E. H., b. í h. 5/7 1933. Smittaður heima av pápasystur, ið kom at verða har H/ll 1933, drongurin var tá 4 mánaðir gamal. Pápasystirin var sjúk, tá ið hon kom, og I8/l2 vórðu funnir ringir lungnatuberklar báðumegin og við nógvum tubbusteyrum í spýttinum. 20/l2 varð hon løgd inn á tuberkladeildina við Dronning Alexandrines Hospital, og har doyði hon 4 ár seinni hin 9/l2 1937. Pirkið var, ls/l2 1933 og 12/l 1934 17/l + 4 mm. Ífestitíðin 28 dagar. Hitin varð mátaður morgun og kvøld frá 18/l til 5/2. Ein dagin kom hitin upp í 37,5/37,8, annars hevði hann alla tíðina ongan hita. Ringur matarlystur 3 fyrstu dagarnar í hesum tíðarbili, og tað var sjónskt, at í nakrar dagar var hann ikki frískur. Bleikur í andlitinum, og holdini heldur turrlig. Hin 22/l 1934 varð funnið stórt milt, ið kom 3 cm niður um bróstsneiðingina, — annars einki. 6 mánaðir seinni kendist tað ikki meir. Hevur síðan onga sjúku havt, ið hugsast kann at stava frá tu- berklasmittuni. 2. 32 ára gl. maður, D. D., b. í h. 16/s 1911, hevði i 1943 Hngið arbeiði i Havn og búði her saman við 7 øðrum í einum høli, ið fyrr hevði verið nýtt til annað. Síðst i juli 1943 vórðu allir arbeiðsmenninir pirkaðir. D. D. hevði tá -K Síðan kom upp illgruni um, at í hesum flokki var ein, ið hevði lungnatuberklar, og sum smittaði. Hetta royndist eisini beint at vera. Hin 22/l0 1943 varð D. D. aftur pirkaður. Nú hevði hann + 10 mm. Hin 27/10 kendi hann seg ikki heilt frískan; hann hostaði eitt sindur, slím kom upp, og hann gramdi seg um sting undir vinstru síðu. Hendan morgunin hevði hann 37,1 og um kvøldið 37,5, men síðan var eingin hiti. í spýttinum eingir tubbusteyrar. 2 vikur seinni hoyrdust onkur hvin. Gjøgnumlýstur á tuberklastøðini 19/ll s. á.: »Einki órættvorðið«. Stingirnir undir v. síðu hildu á inn í nýggja árið. Nýggj kanning á tuberklastøðini 21'9 1944 sýndi »rein lungu, blóðkroppafall rættvorðið.® Síðan frískur. Hvør smittaði tey 106 børnini og tilkomnu við tuberklum, og hvar hendi tað? Til at svara upp á hesar spurningar,

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.