Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 9

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 9
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 15 í 22 dagar, og mestu tíðina, meðan teir vóru sjúkir kendu teir seg væl. Harumframt vóru fleiri sjúkubrøgd, ið eyðkend eru smittuhita. Hitt 6. smittaða fólkið sjúklaðist við vatni á lungunum v. megin í jan. 1942, men hevði ongan smittuhita havt frammanundan. Úrslitið av pirkingini vísti skilliga, at i bygdini mátti vera onkur, ið smittaði, og at hetta fólkið eftir øllum líkindum mátti vera annað* hvørt pápi nýsmittaðu brøðranna, ella mamman. Annað teirra mátti hava smittað mitt í august; tí tá var næstelsti sonurin smittaður gjøgns um stingin í fremstafingri. í tíðini 21/9—3/l0 koma so 4 (3 đ 1 9) til* burðir við smittuhita. Meðan tilgerðartíðin hjá hesari sjúku vanliga er sett at vera 2—6 vikur, mugu eisini teir vera smittaðir um miðjan august mánað. Pápin varð kannaður heima hin 6/10-41 og á tuberklastøðini í Havn 2*l 10 s. á.: Einki at hoyra. Røntgenkanning og gjøgnumlýsing bendu avgjørt á, at »hann kundi ikki vera smittukelda.« Spýttið varð kannað á tuberklastøðini, ógviliga nágreiniliga (16 stroktilbúningar), men ikki eydnaðist at ávisa tubbusteyrar, og aling sýndi ongar. Men mamman hevði verið sjúk í august—september 1941. Hon hosts aði, slím kom upp, og hon hevði sting. Hin 28/9 bað maðurin gjøgnum telefonina um hostabland til hennara, og so varð hon frísk, segðist. Við lurting 6/io og 2illo varð einki sjúkligt funnið. í spýttinum — tá kom lítið upp — vóru eftir strokkanningum eingir tb»steyrar. Ómøguligt at fáa hana at fara suður á bróstsjúkrahúsið til røntgenkanningar, men hon man vera tann, ið smittað hevur. í 1928 og 1932 livdu, stutt skifti, ávikavist 2 og 1 bygdafólk, ið høvdu lungnatuberklar (+ tb), og mamman at hesum 4 brøðrunum kann hava verið smittað av einum teirra. í oktober 1941 kom hol á trútna staðið á fremstafingri hjá unga manninum, har kom eitt op, og nakað lítið av vági kom útúr til juni 1942. Tá fyrsta var fingurin rættvorðin aftur. Trotin omanfyri alboga helt sær at kalla óbroyttur til november 1941. Har kendist flot undir, og 2 cm breið ólitt, ikki eym rípa var nú sjónlig frá ovaru trom trotans og upp undir hondina. Eitlarnir her trútnaðu støðugt, so at her við og við gjørdist eitt stórt tyssi, ið týðiliga sást ígjøgnum húðina. Hann varð 27/ll lagdur inn á Dr. Alex. hospit. í Havn. Á sjúkrahúsinum var 3/12 svullur undir hondini skorin, og IS/l2 annar innanvert omanfyri alboga. Hin 20/l 1942 varð vevnaður úr fyrrnevnda stað tikin til sjóneykukanningar. Svarið var tub. caseosa. Nú var eingin ivi, at sárið á v. fremstafingri var fongt við tubbusteyrum, og at haðani kom lymphangitis tuberkulosa, ið rendi seg at tuberklasvullum oman< fyri alboga og undir hondini. Alla sjúkrahúsvistina var eingin hiti. Varð útskrivaður 26/3 1942, tá kom enn eitt lítið sindur útúr á fingrinum, arminum og undir hond» ini, men alt var lekt í juli s. á. Frískur og púra arbeiðsførur síðan.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.