Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 13

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 13
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 19 Tilkomin fólk hava borið torv ella gjørt annað tungt arbeið við smittuhita. Ikki fyrr enn um kvøldið, tá ið tey eru givin uppat at arbeiða, er komið upp, at hitin nú var 39° ella meir. Er tað pinkubarn, ið sjúkt er við smittuhita, síggja vit aloftast á tí, at tað er ikki frískt. Matarlysturin er vánaligur, tað grætur av ongum, er illa í holdum og fer skjótt at lætna. Men tað ernast skjótt aftur, tó at hitin heldur á. Hjá størri børnum og tilkomnum sæst, sum longu nevnt, sjáldan nakað, ið sigur frá sjúku, uttan við at tráspyrja og kanna. A. Pína, tá ið tú svølgir. 15 børn og tilkomin við smittu* hita gramdu seg, tá ið tey svølgdu, um pínu aftanfyri bringu*= beinið, báðu megin við tað, uttanum fleiri ella færri ryggja^ geislar ella ovarlaga undir flagbróstinum. Henda pínan kom vanliga allarfyrst í smittuhitaskeiðinum. Summi kendu hana fyrsta sjúkudagin, hjá øðrum kom hon nakrar dagar seinni. Vanliga vardi hon bert í einar 2 vikur, og stundum stytri. Eingin av hesum nevndu 15 sjúklingum varð kannaður við røntgen, meðan henda pínan stóð við. Tó er neyvan nakað at ivast í, at orsøkin til hennara er trýst frá trútnum eitlum við lungarótina og kann henda eisini broytingar uttanum teir. Summi kendu pínuna, hvørja ferð tey svølgdu, sama um tað var fastur matur ella flótandi, onnur bert tá ið tey svølgdu stórar munnbitar. Yngsti sjúklingurin, ið gramdi seg um hesa pínu, var 8 ára drongur, elsti var 26 ára gomul genta. Tíggju ára gamal drongur segði, tá ið hann var biðin svølgja eina tablet, at hann mátti hava vatn afturvið, tí annars fekk hann hana ikki niður, tí tað var so trongt; hann hevði pínu allan vegin aftan fyri bringubeinið, hvørja ferð hann vildi svølgja. 16 ára gomul genta peikaði á pínu* staðið áraka 5. rivini. 12 ára drongur beindi pínuna til jaðararnar á bringubeininum, ella heldur eitt sindur burtur frá teimum. Minni enn so øll festu pínuna at økinum aftan fyri ella tætt hjá bringubeininum. Nøkur nevndu eisini í hesum

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.