Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 15

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 15
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 21 Hitirt. Hitin vardi minni enn so javnleingi hjá teim 106 børnunum og tilkomnu, ið her eru nevnd, og hitastrikan kom upp á ógviliga ymissar hæddir. í »Ugeskri£t for Læger« 1933 standa 4 sjúkusøgur eftir høvundan at hesi ritgerð (Ras= mussen)6; tær eru um 3 børn og eina unga gentu við smittuhita. Tey vóru, tá ið tey sjúklaðust, 4 J/4 mán., 18, 11 og 14 ár. Hitin vardi ávikavist í 16, 37, 33 og 27 dagar. Nr. 2 og 3 vóru gentur, nr. 1 og 4 dreingir. Hiti dreingj* anna varð mátaður bert seinna helming av sjúkuskeiðinum og kann tí ikki verða nýttur, tá ið vit spyrja um hægsta hita. 18 ára gomul genta kom upp á 39,1° og 11 ára gamla 40°. Smittuhitin kann bæði vara stytri tíð og halda longur á, enn hjá hesum nevndu, og hitastrikan kann vera bæði lægri og hægri. í 1. og 2. sjúkusøgu eru nevnd dømi við smittu* hita uppá bert ein einasta dag; men bæði hjá barninum og hjá manninum vórðu eisini funnin onnur sjúkueyðkenni. Drongurin í 1. sjúkusøguni átti stívliga 2 ára gl. bróður, ið hevði smittuhita um somu tíð sum hann; smittukeldan var tann sama, og ífestitíðin var 25 dagar. Pirkaður ls/i2 1933 og hevði men 12/i 1934 hevði hann + 8 mm við væú andi rípu í miðjuni. Hin 14/i 38,4°. Hiti var bert hendan dagin. Eingi sjúkueyðkenni undan hesum tíðarbili ella eftir. 8 ára gamal drongur hevði hita í bert 6 dagar, og hitin kom ikki upp um 38,2; hann hevði knútarósin frá fyrsta degi sjúkunnar. Mong onnur dømi, lík hesum, við stuttum, ógvuliga lítlum smittuhita kundu verið nevnd; men so hava vit eisini dømi, har tað er øvugt. 10 ára gamal drongur hevði smittuhita, sum vardi í 59 dagar, hitin ikki upp um 39,0°. Annar drongur, 12 ára gamal, lá í seingini í 61 dagar og hevði ikki verið frískur seks teir seinastu dagarnar, áðrenn hann legðist. Leggja vit hesar dagarnar afturat, fáa vit smittuhita upp á 67 dagar. Hann hevði linan hita seinastu 17 dagarnar. Hitin var ein einstakan dag 40,2. Hin fyrri av hesum báðum dreingjunum hevði knútarósin, ið kom upp 6 dagar seinni enn smittu^ hitin. Báðir lógu heima. Tó er eingin røntgenkanning av

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.