Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 16

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 16
22 Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi teimum. Hvørgin teirra hevur síðan havt nakra sjúku av tuberkla ávum. 6 ára gamal drongur, O. J., b. í h. 23/9 1938, sum nevndur er í 5. sjúkusøgu, hevði smittuhita, ið vardi í 7 mánaðir. Smittuhiti, ið varir so leingi, er uttan iva heilt óvanligur. Vanligast man vera 2—6 vikur. Omanfyri eru nevnd dømi bæði við høgum hita og heilt lágum. Alment munnu vit kunna siga, at hitin hjá flestum kemur upp í o. u. 39°, og ikki heilt sjáldan 40°, og hetta bæði morgun og kvøld. Á hita* og pulsstrikuni á 1. mynd hava vit eitt kvøldið 41,0° og dagin eftir 40,0°/40,6°. Vælkent er, at tilkomin fólk og stór børn tíðum hava seinan puls við smittuhita. Poulsen5 tekur fram, at hetta geldur bert fyrra helming av smittuhitaskeiðinum, og iva* leyst er hetta beint. Hita* og pulsstrikurnar koma síðan saman at kalla, so sum farmyndirnar á talvuni vísa. Tuberkulimoyndin. Allar tuberkulinroyndir, ið her er bent á, eru framdar av høvundanum, og tað hevur verið pirking. Sum longu nevnt hevði, av teim 106 sjúklingunum við smittu* hita, ein partur ífestitíð. 17 av hesum vórðu pirkað eina ferð ella fleiri ferðir í hesum tíðarskeiði. Tá hevur víst seg gjørligt at fáa eitt sindur at vita um.hvussu pirkið kemur upp. Ikki er sjáldsamt, at vit, tá ið óviðkvæmi víkur fyri við* kvæmi, síggja, at breiddin veksur, so hvørt sum pirkað verður. Fyrstu ferð er kann henda einki andsvar, næstu ferð 2—3—4 mm breiður roði; men tvørmátið veksur, hvørja ferð pirkað verður. Størsta tvørmát er vanliga um 1. sjúku* dag, men tó ikki altíð, og tað kann koma bæði fyrr og seinni. Hjá 8 ára gomlu gentuni í 4. sjúkusøgu kom positiva úrslitið við pirking á heilt annan hátt: Hin 28/6 1944 var eingin vísing, 2 dagar seinni er 20 mm breiður roði við 5 mm breiðari væturípu, mitt eftir. Ein genta, 22 ára gomul, hevði knappliga vend, sum var hesari nevndu lík: Smittu* hitin kom 76 1944. Henda dagin og pirk. 8/6 knúta* rósin, 9/6 + pirk, breiddin 12 mm, og í miðjuni 5 mm breið væturípa.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.