Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 23

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 23
Nýggir tilburðir við tuberklasjúkum í Eiðis læknadømi 29 sum oman fyri skrivað. Longu í juni hevði hann gramt seg um pínu høgrumegin i búkinum. Sum omanfyri sæst eru tilsamans 2 tilburðir við tubercuí losis universalis. Einki man vera at leggja afturat hesum báðum sjúkasøgum. Tubetculosis miliaris peritonei. Cf P. M. J., b. í h. 12/7 1892. Pirkaður 9/u 1924, var negativur. Ars beiddi í 1926 í nakrar fáar dagar saman við einum manni, ið tá hevði tuberklar (-j- tb.), ið eingin vitsti um. Men óvist er, um hann varð smittaður tá. í december 1929 hevði hann »krím« við hita, sum kann hava verið smittuhiti; men smittukeldu vita vit onga. Sjúkur á skipi undir íslandi í mars 1930. Fór á Dronning Alexandrines hospital í Havn 29/4. Her varð 8/s gjørd laparotomia simplex, og vórðu tá funnir miliærstuberklar í búkhinnuni. 1 oktober: Vatn á vinstra lunga. Januar 1931: Vatn á høgra lunga. Skrivaður út 24/6 1931. — Sí 3. sjúkusøgu í pettinum um vatn á lungunum. Pericarditis caseosa productiva tuberculosa. Mangt sipar til, at niðan fyri nevndi maður er vorðin smittaður við tuberklum á fiskiskipi í 1936; men vit vita tað ikki vist. C? H. J. P., b. í h. 20/g 1893. Sjúkur 26/7 1936 umborð á skipi í Grøn» landi. Her fekk hann pleuropneumonia vinstrumegin. Lá á sjúkahúsum í Grønlandi frá 19/s og september út. Hol varð stungið á 2 ferðir. Eitt sindur óklárt flót kom útúr. Eingir tubbusteyrar í spýttinum. Tá ið teir vóru heimkomnir 12/io, varð hann pirkaður: 20 mm tvørmát við 4 mm breiðari væturípu eftir miðjuni. 29/10 gjøgnumlýstur á tuberklas støðini i Havn: Einki tekin til vatn á lungunum, lungnatuberklar ella trotagerðir í lungunum. Blkrf. 6 mm. Lítlan mánað seinni lagdur inn á Dronning Alexandrines hospital. Her: Vatn á vinstra lunga við øgiligari flótmongd, ið tikin varð útúr við holseting við nál, og pericarditis exsudativa. Doyði 2*/l 1937. Staðbundin líkskurður: 1 vinstra bróstrúmi eitt sindur av sveitavatns kendum flóti, øgiligar skónir ímillum og bindandi saman lungu og bringuna innan. Einki tekin til lungnatuberklar. í hjartaposanum 1 litur av flóti og stórar skónir á hjartanum. Við sjóneyku: Pericarditis caseosa productiva tuberculosa.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.