Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 33

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Page 33
Føroyanavnið eina ferð enn. Eftir Chr. Matras. I 400 ár — tað vita vit við vissu — hava menn spurt: Hvat merkir landsnavnið Føroyar? Líta vit at svørunum, sum menn við penni í hond hava givið sær sjálvum, síni tíð og okkum, sum spyrja í dag, so finna vit í tveimum av teimum evni, sum fær huga okkara at sveima víðari, enn vit frammanundan høvdu væntað. í øðrum førinum — Torfæus (1695) — er borin fram tann hugsanin, at Føroyar, áðrenn menn festu fót her, vóru »hjallur« hjá (sjórænarum ella) víkingum (piratæ). Við øðrum orðum sagt: menn, sum leitaðu vestur í hav at ræna fæ í bretskum og írskum londum, hava onkuntíð slept seyð á land í Føroyum, seyð== urin treivst væl og nørdist, so at altíð bar til at leggja at landi har at fáa sær feskt. Seyður kundi tí vera í oyggj* unum, tá ið norrønir menn seinni búsettust har, og lands* navnið Føroyar »seyða*oyggjar« var hóskandi navn á hesum óbygdu oyggjum, heldur Torfæus, sum vit seinni skulu siga frá. Torfæus visti ikki, at írar høvdu búð í Føroyum, áðrenn Grímur Kamban bygdi landið. í hinum førinum — Brogger (1930, 1937) — veit høvundurin, at írar hava búð í Føroyum, áðrenn norrønir menn nómu land har, og hans= ara hugsan er tí, sum seinni verður greitt frá, at fyri sunnan og vestan Føroyar frættu norrønir menn um land okkara, og at tí er líkt til, at undir landsnavninum (t. e. Fær=) býr írskt (geliskt) orð ella navn, sum hann hevur roynt at finna. Báðar tær her nevndu hugsanirnar elva okkum til at taka spurningin upp av nýggjum og royna at skoða hann í sambandi við tað, sum vit nú halda okkum at vita bæði um navnið og um elstu búsetingina í Føroyum.

x

Fróðskaparrit

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.