Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 41

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 41
Føroyanavnið eina ferð enn 47 málsliga upprunanum á navninum og nevnir javnstødd dømi, har — æ —, sum í nútíðarsniðinum á navninum, er vorðið —ø— í føroyskum. Stutt sagt, eingin málfrøðingur hesi seinastu hundrað árini hevur ivast í, at hitt sjáldsama orðið fær var fyrri liður í landsnavninum. Men í 1930 var tað mest sum hin forni ivin kyknaði uppaftur, tí tá vísti fornfrøðingurin A. W. Brøgger professari á, í bókini »Den norske bosetningen pá Shetland* Orknøyene« (bls. 31—33), at mest var líkt til, at norskir menn fyri vestan hav høvdu fingið frænir av Føroyum frá írum, og tí kann í landsnavninum vera fjalt — í avbrongb aðum lag — tað navnið, sum írar høvdu á landinum. Best er at siga beinan vegin, at uppskot Brøggers um at finna írska orðið »fearrann« (land) aftan fyri Fær* fær ikki viðurkenning frá nøkrum málfrøðingi. Kortini er vert at taka upp til umrøðu høvuðshugsan hansara, tí sjálvsagt hava írar, sum vitjaðu Føroyar í 8. øld (sí seinni), havt okkurt navn á landinum. Og eingin ivast í tí, at bæði Orknoyggjar og Hjaltland høvdu norrøna bygging, áðrenn norrønir menn búsettust í Føroyum. Heldur er eingin í iva um, at Orkn* í landsnavninum Orknoyggjar er sami navn* liður, sum vit finna í t. d. tí gamla latínska (griska) Orcades og tí írska ínse Orc, sum er mong, mong hundrað ár eldri enn ferðir norðmanna vestur um hav. Hetta halda menn nú koma av keltiska orðinum orc »svín«. Soleiðis livir, í umgjørdum ella avskapaðum sniði eitt fornt ónorrønt navn á norrønari tungu. Eisini Hjaltland má, heldur Brøgger, vera gjørt burtur úr ónorrønum navntilfari, og í hesum man mangur málfrøðingur hava lyndi til at halda við honum; men um so er, fær landsnavnið komið av tí írska Inse Catt, sum Brøgger heldur? Geliskkønir menn') siga, at av ljóðligum grundum ber hetta ikki til. Men eftir er so tað ') Um alt, sum nertir við geliskt mál í hesi grein, havi eg leitað ráð hjá Magne Oftedal professara.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.