Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 47

Fróðskaparrit - 01.01.1959, Side 47
Føroyanavnið eina ferð enn 53 Tann oyggin, sum Dicuil her heldur vera hitt forna Thile, fær, sum Letronne vísir á, ikki verið annað land enn ísland. Men Thile (Thyle ella Thule) hjá teimum gomlu rithøvundunum hevur, heldur hann, verið Mainland í Hjaltlandi. Beint aftaná hetta, sum Dicuil veit at siga frá tí landinum, sum seinni hevur borið navnið ísland, sigur hann soleiðis frá einum oyggjalandi, sum vit halda okkum bera kenslu við (Parthey 44, Walckenaer 30): Sunt aliae insulae multae in septentrionali Brittan(n)iae oce=> ano, quae a septentrionalibus Brittan(n)iae insulis duorum dierum ac noctium recta navigatione plenis velis assiduo feliciter vento adiri queunt. aliquis presbyter1) religiosus mihi retulit quod in duobus aestivis diebus et una inter^ cedente nocte navigans in duorum navicula transtrorum in unam illarum introivit. illae insulae sunt aliae parvulae. fere cunctae simul angustis distantes fretis, in quibus in centum ferme annis heremitae ex nostra Scottia navigantes habita= verunt. sed sicut a principio mundi desertae semper fuerunt, ita nunc causa latronum Nor(t)mannorum vacuae anacho* ritis, plenae innumerabilibus ovibus ac diversis generibus multis nimis marinarum avium. numquam eas insulas in libris auctorum memoratas invenimus. T. e.: Nógvar aðrar oyggjar eru norður í Bretlandshavi. Hagar kemst úr norðuroyggjum Bretlands, um siglt verð* ur í tveir dagar og tvær nætur beina leið við fullum seglum, og um vindurin er til vildar alla tíðina. Ein frómur prest= ur (?) hevur sagt mær, at hann tveir summardagar og náttina ímillum fór leiðina hagar á einum lítlum báti við tveimum bekkjum og lendi í einari oynni. Hesar oyggjarnar eru flest* ar smáar, og mest eru mjá sund ímillum teirra, og hava í oyggjunum búð í næstan hundrað ár einbúgvar, sum komnir vóru úr okkara Skotlandi (t. e. írlandi) við bát. Men sum *) Letronne lesur, sum eitt handritið hevur, probus, hinir útgevarnir hava sum her: presbyter.

x

Fróðskaparrit

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.